Alsamt fleiri flúgva

2016-06-01 07:37 Author image
Dimma

Teir fyrstu fimm mánaðirnar í ár vóru tilsamans 98.900 ferðafólk á rutunetinum hjá Atlantic Airways, og tað eru átta prosent fleiri enn sama tíðarskeið í fjør, tá ið 91.400 ferðafólk flugu við føroyska flogfelagnum.

Tað skrivar Atlantsflog í tíðindaskrivi.

25.000 ferðandi flugu á rutunetinum hjá Atlantic Airways í mai, og tað er seks prosent fleiri ferðafólk, sammett við sama mánað í fjør.

Avbjóðingar hava verið við flogferðsluni í mai orsaka av tekniskum ávum. Hóast umstøðurnar ikki hava verið av teimum bestu, hevur eydnast at flogið rættstundis í 82 prosentum av øllum fráferðum í mai – t.e. seinking styttri enn 15 minuttir. Reglusemið var 96 prosent. Higartil í ár er flogið rættstundis í 86 prosentum av øllum fráferðum. Tað er 4 prosentstig betri enn sama tíðarskeið í 2015.

Í summar ber til at ferðast beinleiðis úr Føroyum til níggju ymisk ferðamál: Keypmannahavn, Billund, Aalborg, Reykjavík, Bergen, Edinburgh, Barcelona, Mallorka og Kreta.

placeholder

Meira langlesnaður