"Alt í land" krevur serliga lagaligar sømdir

2017-03-12 09:22 Author image
Sigmund Vang

Í Norra hava tey júst latið einum reiðaríi heilt serligar lagaligar teytir, um nýggi stóri trolarin Granit tekur alt við til lands. Fyri at fáa gongd á hesa ætlan, fær trolarin fiskiloyvi í 25 ár og harafturat sleppur hann heilt undan at gjalda tilfeingisgjald. Orsøkin til, at neyðugt er at "lokka" við so lagaligum treytum, er tí at tað krevur nógva arbeiðsorku at fáa alt annað enn fløk til lands, samstundis sum hendan "hjávøra", um vit kunnu rópa hana so, hevur munandi lægri prís enn fløkini.

Í Føroyum hava vit ikki hoyrt nakað um serlig fiskiloyvir ella lagaligari avgjaldstreytir enn, men tað er tó so, at tað almenna er áhugað í at stuðla royndum, sum verða gjørdar, soleiðis at annað enn fløk koma heim úr Barentshavinum ella aðrastaðni.


Serlig manning

Hetta komandi árið fara umfatandi royndir at verða gjørdar umborð á bæði Gadusi og Sjúrðarbergi hjá P/f JFK. Tá trolararnir eru úti, verður manningin tveir fabriksarbeiðarar fleiri enn vanligt. Hesir skulu taka sær av teirri rávøru, sum ikki verður skorin til flak og fryst – tað vil í høvuðsheitum siga høvd (lippur og kjálkar), livur, rogn (tá fiskurin hevur rogn) og uggar, men eisini er møguleiki fyri at taka sil og magar og annað.

JFK hevur áður arbeitt við at fáa alt til lands. Royndir vórðu gjørdar í 2003 umborð á Skálabergi, men áhugin fyri hesum arbeiði var so sum so, tá avtornaði, tí fleiri mans máttu vera við trolaranum, og tað gekk útyvir manningarpartin í mun til teir trolarar, sum ikki tóku alt til lands.

Men hendan nýggja ætlanin er fíggjað uttanum manningarpartarnar. Fiskivinnuroyndir stuðla við 1,5 millión krónum, og onnur stuðla við 2,2 milliónum. Hesin peningur hevur millum annað við sær, at sjálvt um tveir mans afturat vera við trolarunum, so minkar manningarparturin ikki samlað, so sum tað hendi í 2003. Og júst tað at tryggja, at áhugi er fyri at fáa alt til lands, er avgerandi fyri, at slíkt skal eydnast í framtíðini.

Bæði Gadus og Sjúrðarberg skulu brúkast til royndirnar. Gadus, sum fór til fiskiskap í januar, hevur tveir serligar fakriksarbeiðarar við – og tað skal Sjúrðarberg eisini hava – og teir hava fyri fyrst tikið rogn, uggar, lippur og kjálkar frá.

Nøgdin av hjáveiðuvørum var fyrstu 24 dagarnar av fiskiskipinum – frá 27. januar til 18. februar – í miðal 340 kilo um dagin. Samanborið við nøgdirnar av rundari vekt, so svarar hetta til 2 prosent. Hesar 24 dagarnar var nøgdin av rundari vekt 31 tons um dagin.

Fiskivinnunýskipanin er á gáttini, og skal tað eydnast at fáa alt til lands, er neyðugt við antin krøvum ella "gularótum". Ein møguleiki hjá almenna myndugleikanum er at krevja, at alt kemur til lands, tá veiðuloyvir verða latin, meðan hin so er at brúka norska "Granit-mátan", har tey reiðarí, sum brúka pening og orku upp á hetta, fáa serliga lagaligar treytir í einum styttri ella longri tíðarskeiði.

  

  

  

  

 

placeholder

Meira langlesnaður