Tey yngru fjølgast: Alt spælir við

2016-05-18 11:38 Author image
Dimma

- Hetta er radikalt, ja næstan sensationelt.

Soleiðis sigur Hans Pauli Strøm, sosiologur, sum í nógv ár hevur fylgt við fólkatalinum í Føroyum. Í nógv ár hevur boðskapurin verið heldur dómadagskendur, har serfrøðingar úr øllum ættum hava ávarað ímóti gongdini, at tey ungu rýma. Men nú er tónin ein heilt annar.

Fyri fyrstu ferð í trý áratíggju sæst, at tey yngru enn 40 ár vaksa í tali. Hetta síðsta árið er talið av tí yngra partinum vaksin við 512, meðan tey eldru eru vaksin við 666.

- Hetta er fantastiskt. Hetta er ein ógvuslig broyting, tí fyri nøkrum árum síðan minkaði yngri parturin av fólkinum við millum 200 og 300 um árið, og nú er eitt pluss á 500. Hetta er altso ein broyting á eini 700, og tað er veruliga radikalt. Samstundis skulu vit minnast til, at hetta er ikki nokk enn, tí tey eldru vaksa meira. Men hetta er eitt risastig rætta vegin, og tað er ómetaliga spennandi, um tað heldur áfram, sigur Hans Pauli Strøm av Hagstovuni.


Stór sveiggj

Vit eru von við, at tað eru stór sveiggj í føroyska fólkatalinum. Royndirnar vísa, heilt aftur í 50-árini, at búskaparliga gongdin og møguleikin at fáa arbeiði ávirkar fólkatalið í Føroyum nógv ógvusligari enn aðrastaðni. Føroyingar eru sera flytførir, teir eru skjótir at umráða seg og kvikir at fara burtur.

- Flytingin er ómetaliga viðkvom. Føroyingar reagera óvanliga skjótt uppá, um arbeiði er at fáa og um livikorini annars broytast. Flytingin kemur ófatuliga skjótt hjá okkum, greiðir Hans Pauli Strøm frá.

Eitt gott dømi er flytingin í stóru kreppuni í 90 árunum. Hóast 1988 var eitt rokár, og búskapurin kókaði, so fóru føroyingar longu at flyta burtur í 1989, tó at kreppan ikki rakti veruliga fyrr enn í 90 árunum. Og longu í 1995 fóru fólk at flyta heimaftur, hóast arbeiðsloysið ikki var liðugt enn.

Nú er arbeiðsloysið lágt, hjá monnum um 2 prosent og hjá kvinnum 3 prosent, og tí fjølgast tey ungu í burðardyggum aldri aftur í Føroyum. Men tað er ikki tað einasta...


Útbúgvingar stimbra

Tann næsti avgerandi tátturin, sum er við til at birta uppundir økjandi fólkatalið í yngra endanum, er vaksandi útboðið av útbúgvingum, heldur Hans Pauli Strøm. Tí tað er ein veruleiki, at fráflytingin er minkað meira, enn tilflytingin er økt.

- Tað hevur verið eitt kraftigt fokus á útbúgvingar í Føroyum, og tað eru eisini komin fleiri lestrarpláss í Føroyum enn frammanundan. Eisini í almenna kjakinum hava útbúgvingar fylt nógv. Tað talar beint til tey ungu, og tað hevur eisini ávirkað soleiðis, at fráflytingin minkar. Vit hava fingið ein stóran vøkstur í tali av lesandi herheima, og tað er rættiliga avgerandi, sigur Hans Pauli Strøm.

Alt spælir saman beint nú, og tað stimbrar fólkavøksturin. At tað er arbeiði at fáa, og at fleiri útbúgvingar eru at velja ímillum. Tey ungu í Føroyum hava til dømis lætt við at spjaða til sín privata búskap við at hava eitt starv við síðuna av lesnaðin, soleiðis sum støðan er beint nú. Men tað er heldur ikki alt...


Og lívið lær

Tá ið vit tosa um flyting, so ber til at tosa um hugtøk “atdráttarmegi”, sigur Hans Pauli Strøm. Antin stoyta vit sum land fólk frá okkum, ella draga vit fólk til okkara. Tá koma aðrir tættir eisini aftrat útbúgvingini og arbeiðnum, og her hevur serliga mentanin í breiðum týdningi nógv at siga.

- Ung vilja eisini hava lív í. Og fleiri ung draga onnur ung at sær. Vit hava eitt rák í Føroyum, har mentanartilboðini økjast, og at tað hendir meira. Tað er lív í, og tað dregur fólk til okkara. Vit hava eina atdráttarmegi í løtuni, sum virkar rætta vegin, sigur Hans Pauli Strøm, sosiologur.

Samanumtikið spælir nógv við í løtuni.

- Søgan vísir, at tá tað gongur væl, so virkar alt saman, og soleiðis er tað beint nú. Eg eri sera spentur, hvussu næstu árini fara at ganga, tí enn vantar nakað í, at tey yngru fjølgast meira enn tey eldru.

1. apríl 2016 búðu 49.331 fólk í Føroyum.

 

Les eisini: Nú fjølgast tey ungu í Føroyum

placeholder

Meira langlesnaður