Altjóða fótbóltsdystir nærkast Klaksvík

Altjóða fótbóltsdystir nærkast Klaksvík

2017-11-02 15:51 Author image
Leif Láadal

Í gjár setti Jógvan Skorheim, borgarstjóri spakan í til byggingina av Bláa skýlinum við vøllin við Djúpumýru í Klaksvík. Tað upplýsir Klaksvíkar kommuna á heimasíðu síni.

Bláa skýlið verður staðsett eystanfyri KÍ-høllina, og bygningurin lýkur øll krøv hjá UEFA, og er harvið eitt stórt fet fram ímóti, at altjóða fótbóltsdystir kunnu spælast í Klaksvík, sigur kommunan.

Bláa skýlið er kostnaðarmett til góðar 11 milliónir og verður bygt í samstarvi millum Klaksvíkar kommunu, Klaksvíkar ítróttarfelag og Fótbóltssamband Føroya.

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður