Altjóða roykfríur dagur mikudagin

Savnsmynd: Dimmalætting

Altjóða roykfríur dagur mikudagin

2017-05-30 14:36 Author image
Leif Láadal

31. mai er hin Altjóða Roykfríi Dagurin. Í tí sambandinum skipar fólkaheilsuráðið fyri framsýning av tekningum hjá børnum í barnagarðs- og skúlaaldri á torginum í SMS. Hetta er úrslit av kappingini, sum hevur verið tann seinasta mánaðin, upplýsir Fólkaheilsuráðið.

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í Heilsu og Innlendismálum fer at avdúkar vinnararnar og handar virðislønir klokkan 16.

Jens Marni Hansen kemur á pall at syngja áðrenn handanina.

placeholder

Meira langlesnaður