Amazon keypir risa-fyritøkuna Whole Foods

Mynd: epa.eu

Amazon keypir risa-fyritøkuna Whole Foods

2017-08-27 16:00 Author image
Guðrun í Jákupsstovu

Stóra fyritøkan, Amazon hevur í áratíggju bert virkað sum ein pallur fyri sølu á netinum. Nú hevur hon gjørt íløgu í einari meira ítøkiligari vinnu. Talan er um amerikansku risa-fyritøkuna Whole Foods, ið er ein handilsketa, ið selur vistfrøðiligar, heilsugóðar vørur. Amazon keypti fyritøkuna fyri ta ørandi upphæddina 13,4 milliardir dollarir - nærum 100 milliardir danskar krónur. Tað skrivar amerikanska avísin New York Times.

Hetta hevur við sær eina grundleggjandi broyting í profilinum hjá Amazon, ið leingi bert hevur virkað við sølu umvegis netið. Sambært New York Times hevur Amazon leingi roynt seg við sølu av gerandisvørum á netinum, men at her hava viðskiftafólk verið serliga trek at broytt vanar. Tískil kann tað tykjast sum at Amazon gevur skarvin yvir á hesum økinum, og blandar seg nú heldur uppí dystin um viðskiftafólkini í gerandis-innkeypinum. 

Amazon og stóra handilsfyritøkan Walmart hava leingi verið stórir kappingarneytar. Walmart rekur størstu gerandis-handilsfyritøku í USA, men nú er líkt til at tey fáa harða kapping frá Amazon. Walmart hevur eisini roynt at bjóða Amazon av í online-sølu við at keypa heimasíðuna Bonobo.com, ið eisini virkar sum ein online keyp-og-sel pallur. 


placeholder

Meira langlesnaður