Amerikanski sendiharrin til Føroya á ólavsøku

2016-07-08 15:44 Author image
Alda Nielsdóttir

Amerikanski sendiharrin í Danmark, Rufus Gifford, hevur gjørt vart við seg, tí at hann hevur verið aktivur í LGBT stríðnum. Sjálvur er hann fyrsti amerikanski sendiharrin, ið livir opið sum samkyndur.

Dimmalætting veit ikki, hvat endamálið við almennu vitjanini er. Tað er bert ein mánaður síðani, at amerikanski herflotaráðharrin, Ray Mabus, var á vitjan í Føroyum. Spurningurin er tí, um tað, at Rufus Gifford nú vitjar, skal tulkast sum eitt tekin um, at sambandið millum Føroyar og USA veksur. 

  

   

placeholder

Meira langlesnaður