Amnesty-frágreiðing: Miðvís útreinsan, dráp og neyðtøkur í Myanmar

Mynd: epa.eu

Amnesty-frágreiðing: Miðvís útreinsan, dráp og neyðtøkur í Myanmar

2017-10-18 14:41 Author image
Guðrun í Jákupsstovu

Felagsskapurin Amnesty International, hevur júst givið út eina almenna frágreiðing, ið skjalprógvar og staðfestir ógvusligu støðuna hja Rohingya-fólkunum í Myanmar. Tað upplýsa fleiri útlenskir miðlar.

Prógvini, ið frágreiðingin tekur støði í, eru samrøður gjørdar við Rohingya-fólk, læknar, tíðindafólk og embætisfólk í Bangladesh.
Frágreiðingin staðfestir, at seinastu tveir mánaðarnir eru meira enn ein hálv millión Rohingya-fólk blivin rikin burtur frá húsi og heimi. Heilar bygdir eru blivnar eldásettar, kvinnur eru blivnar neyðtiknar og túsundtals fólk eru blivin dripin.

Tey, ið hava megnað at flýggja til Bangladesh, hava sett lívið í vága og hava millum annað noytst at sigla tvørturum vandamiklar áir.

Søgurnar um hópdráp og forfylgingina, ið frágreiðingin hjá Amnesty vísir á, eru ikki nýggjar í sær sjálvum. Men Amnesty hevur megnað at funnið nógv nýggj prógv uppá støðuna, ið fer at leggja størri trýst á myndugleikarnar í Myanmar.

Myndugleikarnir í Myanmar hava higartil avnokta allar ákærur um hópdráp, og sagt at hetta var bert fyri at basa militantum Rohingya-fólkum.
Nýggja frágreiðingin hjá Amnesty gevur sostatt myndugleikunum í Myanmar ein forkláringstrupulleika. 

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður