Bretska formansstríðið: Tað hjálpir at vera mamma

2016-07-09 13:59 Author image
Alda Nielsdóttir

9. september skulu tey konservativu í Bretlandi hava nýggjan formann. David Cameron legði frá sær í kjalarvørrinum av Brexit, og nú er víst, at tað verður ein kvinna, sum fer at flyta inn í Downing Street, har ið forsætismálaráðharrin býr. 

Tað eru tvær royndar kvinnur, ið hava bjóðað seg fram, og tær eita Theresa May og Andrea Leadsom. Báðar høvdu boðað frá einum siðiligum valstríð, men longu nú sær út til, at valstríðið harðnar.

- Eg havi stóran áhuga í komandi ættarliðum, segði Andrea Leadsom, sum hevur trý børn.

Hon var spurd um tað, at hon hevði børn, gjørdi nakað, afturímóti, at mótstøðukvinnan, Theresa May, ikki hevði børn. 

Men nú sigur Andrea Leadsom, at hon ongantíð hevur sagt nakað tílíkt, og hon leggur tíðndafólkið tíðindafólkið undir at hava manipulerað við hennara orðum. Tíðindakvinnan, Rachel Sylvester, vísir aftur, at hon skal hava lagt orð í munnin á Andreu Leadsom.

- Eg spurdi hana beinleiðis, hvat munurin á henni og Theresu May var. Hon svaraði ”fíggjarligt skil og familja”, sigur Rachel Sylvester við BBC.

Annars verður tað væntandi Theresa May, ið verður næsti forsætismálaráðharri í Bretlandi.

Til fyrsta valumfar, tá tingfólkini í konservativa flokkinum skulu velja tvey fólk at kappast um at gerast forsætismálaráðharri, vann Theresay May greitt. Hon fekk 199 av atkvøðunum hjá tingfólkunum, meðan Andrea Leadsom einans fekk 84. 

  

Keldur: 

Being a mother gives me edge on May — Leadsom 

Andrea Leadsom 'motherhood' comments spark row  

  

  

placeholder

Meira langlesnaður