Mynd: Fiskaaling

"Andrias Reinert" ger kanningarnar munandi lættari

2017-08-26 15:52 Author image
Leif Láadal

Í januar í fjør keypti Fiskaaling útróðrarbátin Norðhavið, ið varð uppkallaður eftir Andriasi Reinert, sum í mong ár var stjóri í felagnum.

Eftir í fleiri ár at hava havt ein lítlan glastrevjabát, nevndur Írland, keypti Fiskaaling við ársbyrjan í fjør útróðrarbátin, Norðhavið, ið er munandi størri enn gamli báturin. Nýkeypti báturin fekk navnið, Andrias Reinert, sum var ein av slóðbrótarunum innan føroyska alivinnu og í mong ár var stjóri í felagnum.

Eftir keypið vórðu gjørdar ymsar smávegis broytingar á bátinum fyri at fáa hann meira arbeiðsligan í mun til tær uppgávur, sum Fiskaaling nýtir hann til, upplýsir Fiskaaling í leinki til skriv, sum er lagt út á heimasíðuni hjá almennu fyritøkini.

Í høvuðsheitum eru tað serliga tríggjar uppgávur, sum Fiskaaling brúkar granskingarfarið, Andrias Reinert, til. Tær eru lúsatrolingar, hydrografiskar kanningar og streymmátingar. Ein mátari er í bátinum, sum kann skráseta streymferð, meðan báturin siglir. Harafturat hevur Fiskaaling ávísar uppgávur at gera dýpdarmátingar í økjum, har mátingar ikki eru tøkar, soleiðis at neyvari botnkort kunnu gerast.

- Í grundini gera vit sama arbeiði umborð á Andriasi Reinert, sum vit gjørdu í hinum bátinum. Størsti fyrimunurin við keypi av einum størri báti er, at hann er meira sjógóður og tí ber til hjá okkum at arbeiða í minni góðum veðri, sigur Øystein Patursson, granskari á Fiskaaling.

Øll greinin á heimsíðuni hjá Fiskaaling kann lesast HER

 

 

placeholder

Meira langlesnaður