Onki galið í at fylgja fiskifrøðini

2016-07-10 14:30 Author image
Alda Nielsdóttir

- Eg eri samdur í, at vit hava dugað ov illa at lækka dagatalið, sigur Anfinn Olsen, formaður í Reiðarafelagnum. 

Í nýggjasta blaðnum hjá Dimmalætting verður fiskidagaskipanin viðgjørd gjølla, og millum annað er samrøða við Anfinn Olsen í blaðnum. 

- Trupulleikin við fiskidagaskipanini, sum vit hava haft, er, at tað hevur ongantíð verið mangul uppá dagar, og tí hevur hon ikki virkað avmarkandi.

Anfinn Olsen heldur, at vit áttu at farið yvir til at fylgt fiskifrøðini betur, men hann heldur eisini, at tað er ikki fiskifrøðingar, sum avgera, hvussu væl stovnanir eru fyri. 

- Um ein stovnur er niðurfiskaður, so kemur hann ikki fyri seg, uttan so at náttúran sigur, at hann skal koma fyri seg. 

Les alla samrøðuna í nýggjasta blaðnum hjá Dimmalætting. 

  

   

placeholder

Meira langlesnaður