Andaligur, afturlítandi og abstraktur Anker

2016-05-14 13:35 Author image
Dimma

Ein spennandi andaliga, abstrakt og afturlítandi framsýning eftir Anker Mortensen læt upp í Listasavni Føroya í gjár. Framsýningin fevnir um verk yvir eitt 20 ára skeið, frá 1995 til 2015.

Framsýningin verður kallað Tað andaliga í málninginum. Hetta hóskar væl til stílin hjá Anker, sum kanska fram um aðrar málarar í Føroyum ger tað andliga livandi í sínum málningum. Hann hevur á ein hátt ein úrtøkiligan hátt at lýsa tað ítøkiliga í sínum myndum.

Sum sagt verður í lýsingini av framsýningini, hevur Anker ein abstraktan listabúna, har hansara myndir hava "ein inntonktan frið og andligan dám í ætt við gomlu ikonmálningarnar."

Føroyar síggjast tó aftur í myndunum, og eitt nú síggjast barnarímur, sálmasangur og støð aftur í heitunum. Myndirnar mana so hugløg fram, ið hava ein heilt serligan spirituellan dám.

Listaframsýningin hjá Anker Mortensen verður í Listasavninum fram til 24. juli.

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður