Andalig, álvarslig og vøkur framsýning

2016-05-19 11:00 Author image
Dimma

Framsýningin hjá Anker Mortensen læt upp um hvítusunnuna, og sigast má, at ein tílík luftig og sóljublomstrut høgtíð er sum gjørd til eina framsýning sum hesa, ið verður at síggja í Listasavni Føroya inntil 24.juli.

Henda framsýningin er fyri tað mesta afturlítandi og snýr seg um “Tað andaliga í málninginum”. Dentur er sostatt lagdur á málningarnar, meðan tey meira progressivu og kanska eisini stuttligari pappírsverkini, sum Anker hevur gjørt í hópatali, ikki eru við á framsýningini. Tað er spell, tí Anker Mortensen hevur verið ein í føroyskum høpi serstakliga leitandi og eksperimenterandi listamaður. Læruárini í Danmark og Polen og tíðin aftaná vóru merkt av eksperimentum og tilfarsgransking, har hann skræddi, klipti og teknaði við blekki, blýanti og oljukriti uppá alt slag av pappírslepum, sum ofta vóru límaðir uppá eitt størri pappír. Tað hvíta tíðarskeiðið var í hæddini, tá hann saman við listamonnunum Bjarne Werner Sørensen og Tóroddi Poulsen hevði framsýningina Corda Atlantica í Keypmannahavn og nú ber til at síggja eitt av verkunum frá júst somu framsýning á Skipasmiðjuni MEST, har Bjarne Werner Sørensen júst í hesum døgum sýnir fram áhugaverdu framsýningina Tíðarrúm. 

Á áðurnevndu Corda Atlantica hekk ein røð av hvítum myndum hjá Anker, sum vórðu nevndar ikonir og sum góvu eina ábending um hvussu stóran týdning, tað andaliga hevði og enn hevur í hansara verkum, ið ofta innihalda tilspingar til eitt sakleyst og gandað barndómsunivers uttan rationel ella realistisk mørk. Tó at vit sum áskoðarar onkuntíð kennast við ímyndandi liðir í myndunum, er myndamálið grundleggjandi abstrakt. Miðað verður eftir at lýsa ein innara, andaligan veruleika. Íblásturin til verkini stavar frá minnum, sansaligum upplivingum í náttúruni av vindi og sól ella fuglasangi og frá bókmentum, frá yrkingum og aðrari myndlist. Hann byggir málningarnir upp av tjúkkum, kompaktum løgum av máling og av tunnum litfarrum, sum hevur við sær, at myndirnar ofta tykjast hava stóra og rúmliga dýpd, ið stendst av einum ljósi, sum liggur innanfyri litløgini. Rúmdin kann vera hvít, blá, grá, ljósareyð ella svørt og í hesum myndarúmi sveima ymsir lutir, skap, symbol, tekin og formar, ið á poetiskan, abstraktan hátt røra okkum inn á sálina. 

Uppi á balkongini í Listaskálanum hanga hvítu myndirnar við teirri fínu Kingomyndini fyri endan, Som den gyldne sol frembryder, har vit síggja gylta gula litin sum eina melodilinju, ið lýsir sær veg gjøgnum zink- og titaniumhvíta támið. Her hanga eisini sveimandi myndirnar av sangsvanunum og av mánadúgvunum. Tær bláu myndirnar eru vakrar og bæði kenslubornar og inntonktar í senn, og tær tríggjar bláu, monumentalu myndirnar á norðara endavegginum rigga sera væl sum savnandi myndaliður í framsýningini. Á eystara veggi eru tær visioneru svørtu myndirnar við lýsandi ljósareyðum, violettum, appilsingulum og kadmiumgulum gentulitum, sum eg altíð sambindi við Sólju, dóttir Anker og Ingun, sum fórst í eini ferðsluvanlukku í 2005, men kanska var Anker í veruleikanum byrjaður at mála svart longu áðrenn ta syrgiligu hendingina. Tað er satt at siga eitt sindur løgið, men heimligt at uppliva verk í Listasavninum, sum eg havi búð saman við í nógv ár bæði á Nørrebro saman við Anker, men eisini heima í Havn eru vit so heppin at hava nøkur av hansara verkum hangandi, sum nú eina tíð fara at hanga í Listasavninum.

Katalogið er fult av myndum og tekstum, Nils Ohrt hevur skrivað høvuðstekstin  og Jørgen Trap-Jensen gallaríeigari, René Hjelm, Dagmar Malena Winther og Amariel Norðoy hava skrivað smástubbar, eins og Anker sjálvur hevur skrivað ein fínan, lyriskan tekst, Sólarinnar Dúgvur. Hatta við manglinum uppá pappírsverk er helst einasta atfinning eg havi til hesa framsýningina – jú, eg sakni eisini høvuðsverkið Í urtagarði Konfusiusar. Til ferniseringina hoyrdi eg onkran tosa um hvørt ov nógv verk vóru við á framsýningini, og tað er væl møguligt, men øll verkini eru góð og framsýningin er væl skipað og hongur væl saman og sum ein brosandi kvinna blídliga helt fyri við meg í Listasavninum í dag, so kann eg jú bara sjálv onkuntíð gera eina framsýning við pappírsverkunum.

Eg havi ikki lisið allan tekstin hjá Nils Ohrt í kataloginum, men datt um eina orðing, har tað stendur, at myndin av trimum blomstrum er eitt slag av ikonografiskari joke og sjálvt um eg skilji, at teksthøvundin hugsar um skapið í myndini av ichtys - kristna fiskasymbolinum, so má eg altso rætta og siga, at talan heilt ítøkiliga er um ein blomsturbukett og eina ta bestu bukettina, eg nakrantíð fekk - hon følnar ikki sum hinar.

 

 

 

 

placeholder

Meira langlesnaður