Annfinnur Garðalíð heldur fram sum formaður

Mynd: Føroya Skipara- og Navigatørfelagið

Annfinnur Garðalíð heldur fram sum formaður

2017-12-29 12:34 Author image
Leif Láadal

Á aðalfundinum hjá Føroya Skipara- og Navigatørfelag hósdagin í hesi vikuni var millum annað val av nevndarlimum á skránni.
Nevndarlimir felagsins eru nú Ellintur M. Abrahamsen, Fuglafjørður. Jákup Gøthe, Nes (Eysturoy). Kristen Friis, Vestmanna. Niels J. Nielsen, Sørvágur. Annfinn Fagraklett, Norðagøta. Jan Haldansen, Vestmanna. Svenning Borg, Vágur. Leivur Christiansen, Miðvágur. Jørgen Nielsen, Norðagøta. Annfinnur Garðalíð, Skála og Elias Zachariasen, Tórshavn.
Eftir aðalfundin skipaði nevndin seg við Annfinni Garðalíð (uttast til høgru á myndini) sum formanni og Elias Zachariassen sum næstformanni, skrivar felagið á heimasíðu síni.
Arnbjørg á Høvdanum, sálfrøðingur var gestarøðari á aðalfundinum, hon skrivar í løtuni phd. ritgerð um m.a. hvønn týdning svøvnur og svøvmangul hjá mannigini hevur á trygdina umborð á fiskiskipum.

placeholder

Meira langlesnaður