Annika Olsen farin úr Løgtinginum

2017-01-17 14:21 Author image
Simona Midjord

Tann 1. januar tók Annika Olsen við sum borgarstjóri í Tórshavnar kommunu. Hon er eisini vald í Løgtingið, men hevur í dag boðað løgtingsformanninum Pálli á Reynatúgvu frá, at hon fer í farloyvi úr Løgtinginum.

Í brævinum, sum er stílað løgtingsformanninum, skrivar Annika Olsen soleiðis:

"Undirritaða skal hervið boða frá, at eg fari í farloyvi úr Tinginum frá týsdegnum 17. januar at rokna.

Tann 1. jan. 2017 tók undirritaða við starvinum sum borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, og eftir míni sannføring er tað ikki politiskt skynsamt at sita sum fulltíðarsettur borgarstjóri og samstundis sita í Løgtinginum.

Eg vil nýta høvið at takka øllum tingfólkum og umsitingini í Løgtinginum fyri eitt gott og gevandi samstarv og takka fyri tíðina mær var unt at sita á Føroya Løgtingi.

Somuleiðis ein tøkk fyri at hava havt tann framíhjárætt at tæna Løgtinginum í tveimum umførum í landsstýrinum.

Við ynski um gott og konstruktivt samstarv millum land og kommunur okkara borgarum at frama."

Annika Olsen sat í Tórshavnar býráði í 2004-2008, tá í andstøðu, og hon varð vald í Løgtingið fyri Fólkaflokkin í 2008. Síðani tá hevur hon í tveimum førum verið landsstýriskvinna fyri flokkin.

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður