Annika Olsen kann ikki takast fyri fult

2016-08-19 10:50 Author image
Dimma

Annika Olsen ætlar sær eftir øllum at døma í býráðið, nú hon langar eftir Javnaðarflokkinum í býráðnum, sum annars er í samgongu við hennara egna flokk og hennara egna valfelag, sum hon enntá er forkvinna fyri.

Hon rópar tað "fallitterklæring", tí løgtingslimur hjá javnaðarflokkinum hevur hugleitt um, hvussu mann best tryggjar eitt javnt tænastustøði kring landið. Eg eri sannførdur um, at tað gera kommunurnar best sjálvar.

Men tað, sum fær meg at tríva í pennin, var útsøgnin um, at vónandi fær eldraøkið í Tórshavnar kommunu fremstu raðfesting og framum keyp av almennum bygningum fyri 100 tals milliónir.

Fáur fólkafloksmaður lýgur meira ein helvtina, men kanska fólkaflokskvinnurnar duga betri.

Fyri tað fyrsta, so hevur kommunan ikki keypt nakran almennan bygning yvirhøvur. Heldur ikki Sjóvinnuhúsið, sum partamaður Anniku í býráðnum annars hevur staðið fyri, er ikki keyptur frá tí almenna.

Fyri tað næsta, so hava íløgurnar í sonevndu bankabygningarnar og í Sjóvinnuhúsið onga ávirkan havt á tænastustøðið á eldraøkinum ella nøkrum øðrum uppgávuøki hjá kommununi.

Tvørturímóti hava vit ment og skipað nýggj tilboð og tænastur, og fleiri eru ávegis.

Ta veruliga falliterklæringina eigur Annika Olsen sjálv, tá hon sum landsstýriskvinna tveitti eldraøkið púra ófyrireikað og niðurpínt út til kommunurnar. Einki var klárt, alt regluverkið manglaði, fíggingin var eitt neyðaregg, og alt hetta skulu kommunurnar og núsitandi samgonga nú taka upp eftir henni.

Annika, kom tú ikki og fortel Føroya fólki og havnarborgarum við, hvussu tú raðfesti eldraøkið úti í Almannamálaráðnum. Tað eru leivdirnar av tínari vanlukkuligu raðfesting av eldraøkinum, sum kommunurnar nú stríðast við at fáa á beint.

Meira langlesnaður