Annika Smith stjóri á Føroya Landsbókasavni

Annika Smith stjóri á Føroya Landsbókasavni

2017-05-30 11:18 Author image
Leif Láadal

Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, hevur gjørt av at seta Anniku Smith í starvið sum stjóri á Føroya Landsbókasavni frá 1. august 2017 at rokna. Tað upplýsir Mentamálaráðið í skrivi sent miðlunum

Annika Smith er 53 ára gomul og er útbúgvin bókavørður frá Danmarks Biblioteksskole í 1996 og cand.scient.bibl. frá Keypmannahavnar Universiteti í 2016.

Eftir lokna útbúgving í 1996 flutti hon heimaftur til Føroya, og hevur starvast sum bókavørður síðani tá. Eitt ár á Býarbókasavninum í Tórshavn og síðani á Landsbókasavninum.

Seinastu fimm árini hevur Annika Smith starvast sum 1. bókavørður á Landsbókasavninum og verið partur av leiðsluni har.

Meira langlesnaður