Skúlastýri sum eftirlit og bindilið

2017-02-04 14:14 Author image
Dimma

Tað eru skúlaleiðararnir, sum hava ábyrgd av einstøku skúlunum. Skúlastýrini hava einki beinleiðis vald ella leiðsluábyrgd, men hava kortini stóra ávirkan á skúlan.

Uppgávurnar hjá skúlastýrunum eru ásettar í fólkaskúlalógini og í kunngerð. Tær eru bæði fjølbroyttar og umfatandi. Ítøkiliga er serliga talan um eftirlit við virksemi skúlans, um at áseta meginreglur og at gera viðmerkingar til fíggjarætlan, skúlabygnað og skúlabygging. Fremsta uppgávan er tó at vera bindilið og fremja samstarv millum heim og skúla og at vera samstarvsfelagi hjá leiðslu skúlans at gera fyriskipanir at menna undirvísingarliga og sosiala umhvørvi skúlans.

Tey einstøku skúlastýrini fáast ikki við persónsmál ella karmar hjá einstaklingum, so foreldraumboðini fáa ikki beinleiðis arbeitt fyri sínum egna barni. Umvegis tað strategiska arbeiðið hava tey kortini stóra ávirkan á gerandisdagin hjá einstøku børnunum. 

Hvat gera skúlastýrini so ítøkiliga? Tey hittast á fundi í minsta lagi seks ferðir um árið, oftast meira. Tey kjakast um mál á skúlanum og um karmarnar fyri skúlan. Dømi um meginreglur, sum tey skulu gera, er trivnaðarætlanir, reglur um at fyribyrgja og basa happing, samskifti millum heim og skúla og reglur fyri námsferðir og setursskúlar. Skúlastýrini skulu ummæla árligu fíggjarætlanina. Her er høvi bæði at hava eftirlit og at seta fram ynskir um hvussu játtanin verður raðfest, eitt nú viðvíkjandi undirvísingarmiðlum og –tilfari.

Ein máti at hava eftirlit er at spyrja til og kjakast um ymisk viðurskifti, t.d. úrslit av PISA kanningum og landsroyndum, um trivnað og um hugskot til royndarvirksemi. Skúlastýrini kunnu gera kanningar av ymsum slagi, t.d. um trivnað og nøgdsemi og um KT-nýtslu. Skúlastýrini fáa eisini mál til hoyringar, t.d. frá kommununi um broytingar í skúlabygnaðinum í kommununi. Skúlastýrini eru eisini umboðaði í setanum av skúlaleiðarum og lærarum.

Hóast uppgávurnar eru yvirskipaðar, so kemur tað meira enn so fyri, at skúlastýri umrøða ítøkilig mál saman við skúlaleiðaranum, t.d. sum foreldur hava reist. Tá verður umrøtt, hvør skal taka sær av málinum og um tað eru nøkur yvirskipað viðurskifti í málinum, sum skúlastýrið eigur at gera nakað við.

 

Frá skúlanevnd til skúlastýri

Skipanin við skúlastýrum í Føroyum er frá 2001. Áðrenn hetta vóru politiskt valdar skúlanevndir kring landið, ein fyri hvørja kommunu. Við broytingini í fólkaskúlalógini í 2001 fingu vit skúlastýri við fólkavaldum foreldraumboðum, starvsfólkaumboðum, kommunuumboðum og skúlaleiðarum. Uppgávurnar vóru nakað tær somu, men endamálið var at fáa betri samband millum heim, skúla og kommunalar myndugleikar. Hetta er fimtu ferð, at skúlastýri verða vald.

 

Íblástur til nývaldu skúlastýrini 

Leygardagin 21. januar skipaðu Heim & Skúli og Mentamálaráðið fyri evnisdegi fyri fráfarandi og nývaldum  skúlastýrislimum. Umleið 100 fólk luttóku, av hesum vóru tey flestu nývald foreldraumboð, men eisini vóru fleiri skúlaleiðarar, kommunuumboð og foreldraumboð, sum hava sitið eitt ella fleiri valskeið.

Endamálið við fundinum var at kunna nýggju skúlastýrini um uppgávurnar, sum liggja fyri framman, og at geva teimum amboð og íblástur til arbeiðið. Eisini var hugsanin at geva ymsu limunum møguleika at hitta aðrar skúlastýrislimir, bæði royndar og nývaldar, fyri at fáa eitt netverk at arbeiða saman við.  

Rigmor Dam, landsstýriskvinna í skúlamálum, legði fyri við eini hugsjónarligari røðu við denti á fólkaskúlan og fólkaræði. Síðani hevði hon eina framløgu um skúlastýrisskipanina, um ábyrgdarøki og um uppgávurnar.

Mette With Hagensen, forkvinna fyri danska felagið Skole og Forældre, var gestarøðari. Hon hevði eina drúgva og spennandi framløgu í tveimum pørtum. Fyrst varð ein stutt innleiðing um arbeiðið hjá Skole og Forældre, síðani var farið runt í allar krókar av skúlastýrisarbeiði. Hví velja fólk at stilla upp til skúlastýri, hvat kunnu tey gera har, hvussu eiga skúlastýri at arbeiða, og hvussu fæst besta samskifti við leiðslu skúlans og heimini.

Hon kom við fleiri dømum og góðum hugskotum til, hvussu nýggju skúlastýrini kunnu fara til verka og arbeiða komandi árini. Niðanfyri verður tikið í onkur av evnunum, sum hon tók fram.

 

Skipanir kunnu tryggja framhald í arbeiðinum

Tá eitt nýtt skúlastýri tekur við, er tað vanligt, at øll ella flestu foreldraumboðni eru nývald. Ofta skifta politisku umboðini eisini. Tá útskiftingin er so stór, er tørvur á at tryggja, at nýggju skúlastýrini skjótt fáa innlit í ábyrgdarøkið, ítøkiligu uppgávurnar og hvørji mál undanfarna skúlastýri hevur arbeitt við. Her er eingin beinleiðis hondbók ella mannagongd tøk á skúlunum, so ábyrgdin at tryggja framhaldið í arbeiðinum liggur í stóran mun á skúlaleiðaranum og skúlastýrinum, meðan tað virkar.

Sitandi skúlastýri eigur at skjalfesta samtyktir og arbeiði í fundarfrásagnum og skjalagoymslu skúlans. Fundarskipan, ársarbeiðsætlan, meginreglur, kanningar, frágreiðingar og annað líknandi tilfar kann leggjast á heimasíðu skúlans ella á innannet, um skúlin hevur tað.

Nývalda skúlastýrið, sum tekur við, eigur sum tað fyrsta at verða kunnað við tilfarið, sum er tøkt. Harafturat ber eisini til at hava ein skiftisfund, har nýggja skúlastýrið bjóðar fráfarna skúlastýrinum til eitt prát um aktuell mál, arbeiðsgongdir og avbjóðingar, sum hava verið.

Við slíkum átøkum ber til at minka munandi um vitanarmissin í sambandi við skiftið.

 

Samstarv styrkir skúlastýrini

Tað er ásett í lógini, at skúlastýrini eiga at samstarva í økjunum. Hetta hevur verið gjørt í størri og minni mun. Í summum økjum hava skúlastýri hitst eina ferð um árið til fundar. Hesir fundir hava verið skipaðir eftir tørni, so skúlastýrini hava vitjað hvønn annan. Onkustaðni hevur samstarv verið, sum er dottið niðurfyri. Hesir fundir hava bæði verið við og uttan ávísa skrá, onkuntíð við fyrilestri á skránni.

Í heyst tók Tórshavnar Kommuna stig til at savna skúlastýrini í kommununi til fundar við fleiri málum á skrá. Ætlanin er at skipa fyri fundum fyri skúlastýrunum tvær ferðir um árið. Hetta er eitt gott stig, sum heilt vist fer at styrkja samstarvið og økja vitanarspjaðing og førleikar hjá skúlastýrunum.

Tað hevur tó eisini týdning, at skúlastýrini hittast av og á uttan umboð fyri kommununa. Tað eru fleiri mál, sum tørvur er á at samskifta við onnur skúlastýri um, uttan at aðrir myndugleikar eru við. Hetta kann bæði vera í økjum og á landsplani.

 

Heim & Skúli virkar sum rødd foreldranna

Felagið Heim & Skúli varð stovnað 10. juni 2006. Endamálið hjá felagnum var tá og er at menna samstarv millum heim, skúla og aðrar samfelagsstovnar við tí fyri eyga at betra livikorini hjá børnum. Felagið varðar av áhugamálum hjá foreldrum og verjum at børnum í føroyskum skúlum.

Felagið virkar í dag sum eitt landsfelag fyri fólkavaldu foreldraumboðini í skúlastýrunum á fólkaskúlunum kring alt landið. Øll foreldur við skúlabørnum kunnu eisini tekna limaskap.    

Limirnir samskifta á aðalfundi felagsins og til tiltøk annars um mál av felags áhuga. Millum fundir er tað nevndin í Heim & Skúla, sum luttekur í almennum kjaki, í fjølmiðlum og á fundi vegna foreldur. Nevndin samskiftir eisini við umboð úr skúlastýrum um spurningar, sum stingast upp, og ráðgevur, har tað er tørvur á tí.

Tað eru fimm fólk í nevndini. Miðað hevur verið eftir,  at nevndarlimir eru úr ymsum pørtum av landinum. Í løtuni eru nevndarlimirnir búsitandi í Klaksvík, á Toftum, í Tórshavn, á Tvøroyri og í Vági. Alt arbeiðið í nevndini er sjálvboðið.

Heim & Skúli hevur umboð í Fólkaskúlaráðnum og hevur eisini luttikið í ymsum arbeiðsbólkum og á fundum við ymiskar samstarvspartar sum t.d. Lærarafelagið, Tórshavnar Kommunu og Ráðið fyri Ferðslutrygd.  Felagið fær ymisk lógaruppskot til hoyringar og ger eisini viðmerkingar av sínum eintingum til aktuell mál, t.d. um royndir í skúlunum, um KT-politikk og um rættindi hjá foreldrum og næmingum.

Tað kostar einki at vera limur í felagnum. Felagið krevur ikki limagjald longur, orsakað av juridiskum kjaki um heimild at krevja limagjald frá skúlunum. Í staðin hevur felagið seinastu árini eftir umsókn fingið stuðulsjáttan frá Mentamálaráðnum. Stuðulin var kr. 10.000 í 2013 og kr. 15.000 í ávikavist 2016 og 2017.  Við hesi játtanini hevur felagið skipað fyri tiltøkum fyri skúlastýrislimir 2-3 ferðir um árið og annars rikið felagið við nevndarvirksemi, heimasíðu og facebooksíðu.

Góð ráð um meginreglur

Í Fólkaskúlalógini er ásett, at skúlastýri skulu áseta meginreglur fyri ymisk øki eftir uppskoti frá skúlaleiðsluni. Ein meginregla er ein grundhugsan fyri, hvønn veg virksemi skúlans skal flyta seg.

Ein meginregla skal verða orðað so ítøkiliga, at tað ikki er ivi um endamálið, og at arbeiðið í skúlanum uttan stórvegis hóvasták kann skipast eftir hesi meginreglu.

Ein góð meginregla er orðað stutt og greitt, og skal vera so rúmlig, at nýggir tørvir og støður kunnu tillagast, uttan at meginreglan má broytast. Ein meginregla má ikki orðast sum eini boð.

Ov veikar orðingar gera tað trupult at gera virkisætlanir. Tað skal vera lætt at síggja, hvørt meginreglurnar eru fylgdar ella ikki.

Skúlaleiðslan skal hava rúm fyri at velja ymsar ítøkiligar møguleikar, tá meginreglurnar skulu nýtast í gerandisdegnum.

Ein nýggj meginregla skal vera í samljóði við tær galdandi meginreglurnar fyri skúlan.

Ein meginregla kann til dømis orðast eftir hesum leisti:

Endamál – Hví hava vit hesa meginregluna

Mál – Hvat vilja vit røkka við hesi meginregluni

Ábyrgd skúlans

Ábyrgd foreldranna

Næstu stigini – Virkisætlan, Samskifti, Eftirlit, Eftimeting

 

FAKTA

Nevndin í Heim & Skúla, sum varð vald á aðalfundi 2. apríl 2016, er skipað soleiðis:

Annika Sølvará, forkvinna
Justin Philbrow, næstformaður og kassameistari
Mildrid á Lógv, skrivari
Olgar Mortensen, nevndarlimur
Súsanna Bertholdsen, nevndarlimur

Aðalfundur felagsins 2017 verður í Tórshavn í vár.

Sí www.heimogskuli.fo

FAKTA

Eitt skúlastýri verður valt fyri hvønn skúla.

Eru fleiri enn 20 næmingar verða vald:
3 foreldraumboð
2 kommunuumboð
1 starvsfólkaumboð
umframt skúlaleiðaran, sum er skrivari

Eru 20 ella færri næmingar verða vald:
2 foreldraumboð
1 kommunuumboð
umframt skúlaleiðaran, sum er skrivari

Skúlastýrini skipa seg við formanni ella forkvinnu, sum er eitt av foreldraumboðunum.

Tað eru í alt næstan 300 skúlastýrislimir kring landið.

Skúlastýrini fáa fundarsamsýning sambært almennu reglunum.

Heim & Skúli hevur vegna skúlastýrini gjørt vart við, at tørvur er á at fáa dagført reglurnar fyri samsýning av skúlastýrum, tí siðvenjan er ymisk kring landið.

 

FAKTA

Tað eru 42 fólkaskúlar í Føroyum í skúlaárinum 2016-17. Tilsamans eru gott 7000 næmingar frá forskúla til og við Nám X.

Talið av skúlum er minkað støðugt seinnu árini frá gott 60. Onkur skúli er niðurlagdur og fleiri skúlar eru samanlagdir.

8 skúlar við millum 1 og 20 næmingum

7 skúlar við millum 21 og 50 næmingum

8 skúlar við millum 51 og 100 næmingum

5 skúlar við millum 101 og 200 næmingum

5 skúlar við millum 201 og 300 næmingum

5 skúlar við millum 301 og 400 næmingum

4 skúlar við millum 401 og 800 næmingum

Tað eru tríggir frískúlar í Føroyum. Teir hava ávikavist uml. 20, 40 og 90 næmingar.

 

FAKTA

Systurfelagið hjá Heimi & Skúla í Danmark kallast Skole og Forældre. Felagið hevur umleið 7000 limir, bæði skýlastýrir og einstaklingar. Umleið 87% av skúlastýrunum fyri donsku fólkaskúlarnar eru limir. Felagið hevur skrivstovu við umleið 10 starvsfólkum.

Felagið ger eina ørgrynnu av kunningartilfari, sum skúlastýri í Føroyum kunnu brúka til íblástur, m.a.
- hondbók til skúlastýri
- kunningarheftir
- Blaðið Skolebørn
- e-skeið

Sí www.skole-foraeldre.dk

placeholder

Meira langlesnaður