Apple skal rinda Írlandi 97 milliardir

2016-08-30 12:28 Author image
Jógvan Samuelsen

Tað eru skattarokningar, og so eru tað ordiliga stórar skattarokningar.

Eina slíka fekk Apple, sum framleiðir telefonir, teldlar, teldur og annað mangt, í morgun.

Hon ljóðaði uppá slakar 97 milliardir føroyskar krónur. Ella 13 milliardir evrur.

Tað er evropeiska kommisjónin, sum hevur álagt Apple at rinda Írlandi peningin aftur, og orsøkin er, at felagið, sambært evropeisku myndugleikunum hevur veitt samskiftisrisanum ólógligan statsstuðul. Eftir evropeiskum reglum er tað ikki loyvt, og tí hevur felagið fingið álagt at rinda sparingina aftur, skriva evropeiskir miðlar.

Sambært The Guardian hevur kommisjónin seinastu trý árini kannað skattaavtalurnar, sum Apple hevði við írsku stjórnina. Avtalurnar innibóru, at amerikanska fyritøkan slapp undan at gjalda fullan skatt av tí, sum fyritøkan forvann í Evropa.

Í september 2014 gjørdist talan um eina formiliga sak, og nú er avgerðin so fallin í málinum.

Hetta merkir tó ikki, at írski statskassin fær slakar 100 milliardir krónur alt fyri eitt. Tim Cook, forstjóri í Apple, hevur kallað kanningina fyri politiskt humbukk, og hann hevur lovað, at felagið fær at kæra málið.

Tað er eisini sannlíkt, at írska stjórnin fer at kæra, skrivar The Guardian. Avgerðin hjá kommisjónini útholar strategiina hjá írsku stjórnini at brúka lágan partafelagsskatt til at draga útlendskar fyritøkur til sín.

 

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður