Munurin í arbeiðsloysi millum kvinnur og menn minkar

2017-02-21 14:15 Author image
Sigmund Vang

Samstundis sum arbeiðsloysið er nógv minkað síðstu árini, er munurin í arbeiðsloysi millum kynini eisini minkaður nógv.TTað upplýsir Hagstovan

Til dømis vóru tað fyri tveimum árum síðani 198 fleiri kvinnur arbeiðsleysar enn menn, fyri einum ári síðani var munurin 73 fleiri kvinnur, og er nú munurin aftur minkaður niður í 56, vísur nýggjasta uppgerðin hjá Hagstovuni.

Fulltíðararbeiðsloysið var 634 persónar í januar í ár, sum er 196 færri enn fyri hálvum ári síðani. Hjá monnum er minkingin 86 og hjá kvinnum 104 síðani juli í fjør.


Kelda og lesið meira HER

  

  

 

 

Meira langlesnaður