Arbeiða við at skipa hagagongu

2016-07-22 11:44 Author image
Alda Nielsdóttir

- Vit eru ein marknaðarføringsfyritøka, sum tekur sær av at marknaðarføra Føroyar úti í heimi.

Tað sigur Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands, sum tekur sær av at lokka ferðafólk til Føroyar.

Ferðavinnan í Føroyum er vaksandi, men skuggasíðurnar av ferðavinnuni verða sjáldan lýstar. Í vikuni eru fleiri óhapp hend, tá ferðafólk eru farin til gongu, har ið tey eru ókend. Men tað er ikki skipað enn, hvar ábyrgdin liggur av øllum tí, ið hendur. Guðrið Højgaard sigur, at rættast er at tosa við onkran frá kunningarstovunum. 

Ikki samd um hvar ábyrgdin liggur

- Øll fólk, sum seta seg í samband við okkum um túrar í fjøllunum fáa at vita, at vit mæla til at taka ferðaleiðara við, sigur Bárður Højgaard, stjóri á kunningarstovuni í Runavík.

Tað merkisverda er tó, at Guðrið Højgaard vísir til kunningarstovurnar, meðan Bárður Højgaard sigur, at tað er Visit Faroe Islands, sum er rættari at spyrja um skipaða hagagongu. 

Arbeiða við eini skipaðari ferðaætlan

- Eitt arbeiði er ígongd at upplýsa ferðavinnuna innanlands, soleiðis at vit fáa meira burturúr og betur skipaði viðurskifti.

Tað sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður við uttanríkis- og vinnumálaráðnum. Poul Michelsen sigur, at tað eru fleiri avbjóðingar í ferðavinnuni, sum skulu lýsast í einum yvirskipaðum arbeiði. Endamálið er at fáa meira pengar úr vinnuni, samstundis sum tað verður tryggari og betur skipað at ganga í haga.

 

Les meira í Dimmalætting, sum kom í handlanar í dag 

  

   

 

placeholder

Meira langlesnaður