Arbeiðseftirlitið og Brunaeftirlitið løgd saman

Mynd. arb.fo

Arbeiðseftirlitið og Brunaeftirlitið løgd saman

2017-05-17 12:04 Author image
Dimma

Arbeiðseftirlitið og Brunaeftirlitið eru nú løgd saman og skipað í ein sjálvstøðugan stovn, ið hevur fingið navnið Arbeiðs- og brunaeftirlitið. Tað upplýsir Samferðslumálaráðið.

Arbeiðseftirlitið var áður deild á Heilsufrøðiligu starvsstovuni, og Brunaeftirlitið var deild á Vørn.

Stovnurin, sum kemur at liggja undir Samferðslumálaráðnum, situr fyri fjølbroyttum virkisøkjum, ið hava stóran týdning fyri føroyska samfelagið so sum arbeiðsumhvørvi, brunatrygd, handfaring av spreingievnum og kavaravinnu.

“Tað er natúrligt, at Arbeiðseftirlitið og Brunaeftirlitið verða sjóðað saman í ein og sama stovn. Málsøkini og førleikarnir hjá starvsfólkunum líkjast, og eyðsýndir fyrimunir eru við samanleggingini. Skipanin av stovninum er eisini í samsvari við ætlanirnar hjá landsstýrinum um at raðfesta arbeiðsumhvørvi og brunatrygd“, sigur Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum.

Samanleggingin varð sett í verk 4. mai, og stovnurin heldur til í sama bygningi sum Heilsu- og innlendismálaráðið á Eirargarði 2.

Lýst verður í næstum eftir stjóra til Arbeiðs- og brunaeftirlitið, og til stjóri er settur, røkir Leivur Persson starvið sum virkandi stjóri. Leivur er 34 ár, útbúgvin løgfrøðingur og hevur starvast sum leiðari á Arbeiðseftirlitinum síðan 2013.

placeholder

Meira langlesnaður