Arbeiðsloysið í Suðuroy minkað 1,2 prosent síðani í summar

Mynd: Visualhunt

Arbeiðsloysið í Suðuroy minkað 1,2 prosent síðani í summar

2017-12-29 09:38 Author image
Leif Láadal

Í novembur var árstíðarjavnaða fulltíðararbeiðsloysið 2,0%, samanborið við 2,2% mánaðin frammanundan og 2,6% fyri einum ári síðani. Hesar 12 mánaðirnar hevur arbeiðsloysið sveiggjað millum 2,2 og 2,6%.

Tað upplýsir Hagstova Føroya.

Meðan Suðuroyar sýsla skilir seg burturúr við tí størsta arbeiðsloysinum, er lítil munur millum allar hinar sýslurnar. Minst er tað í Eysturoy við 1,1%, í Norðstreymi og Vágum við 1,2% og í Norðoya sýslu við 1,3%. Síðani 1,5% í Sandoyar sýslu og 2,0% í Suðurstreymi.
Nógv størst er arbeiðsloysið í Suðuroy við 4,6%, men tað er tó ein munandi lækking frá í summar, tá tað var oman fyri 6%.

Í flestu sýslum uttan Vága og Sandoyar sýslum er arbeiðsloysið munandi hægri hjá kvinnum enn hjá monnum.

Lægsta arbeiðsloysið yvirhøvur er hjá monnum í Eysturoy og Norðstreymi, har tað bert er 0,6%.


Kelda og lesið meira HER

 

 

placeholder

Meira langlesnaður