Krøvini til arbeiðstrygd verða herd

2016-06-21 14:00 Author image
Dimma

- Tað eru nøkur ting, sum eru lóglig í dag, men sum eru rættiliga ivasom. Vit arbeiða millum annað við at gerða reglurnar í sambandi við lossing, og tað hendir í einum dialogi við vinnuna, so einki kemur óvart á, sigur Leivur Persson, deildarleiðari hjá Arbeiðseftirlitinum.

Arbeiðstrygd var nógv frammi fyri nøkrum árum síðan í sambandi við nakrar álvarsamar arbeiðsvanlukkur. Serliga var tað uppsjóvarvirkið Faroe Pelagic í Kollafirði, sum var fyri eini røð av óhappum, og sum hóast atfinningar frá Arbeiðseftirlitinum ikki gjørdi stórvegis fyri at tryggja síni fólk.  Serliga stóð illa til í 2013, tá út við tjúgu arbeiðsóhapp á virkinum vórðu fráboðaði. Virkið varð tá sett undir hert eftirlit, og sambært Leivi Persson hjálpti hetta upp á støðuna.

- Ætlanin var at fáa privata fyritøku inn at gera metingar av virkinum, tí vit høvdu ikki álit á, at virkið sjálvt megnaði at lyfta uppgávuna, sigur Leivur Persson.

Hetta gjørdist tó ongantíð neyðugt, tí eftir at Arbeiðseftirlitið sjálvt var farið inn í málið, batnaði støðan.

- Vit brúktu eina viku og komu við millum 50 og 60 boðum um batar. Virkið góðtók treytaleyst boðini, og umskipaði seg. Tað fekk eisini hjálpt frá uttanhýsis fólki, og í dag eru viðurskiftini á virkinum í tí stóra og heila í lagi, sigur Leivur Persson.

 

Herd krøv

Men tað er nakað eftir á mál – ikki bara hjá Faroe Pelagic, men eisini aðrastaðni. Til dømis er tað enn loyvt at lossa í búrum, sum eru opin í eina endanum. Tekur búrið í á veg úr lastini, kann tað henda, at alt innihaldið hvølvist úr og regnar omanyvir teir í lastini.

Eitt tílíkt óhapp er hent, og eskjan endaði á fótinum á einum lossara. Tað var nóg ringt, men hevði hon rakt í høvdið, hevði støðan verið munandi verri.

- Vit arbeiða við at endurorða nakrar kunngerðir umframt at gera dagføringar. Krøv skulu millum annað setast, so einki kann detta aftur niður í lastina í sambandi við lossing. Eitt er trupullekin við búrunum, men tað eru aðrir hættir, sum eru vandamiklari enn opnu búrini, sigur Leivur Persson.

 

Ungdómar

Tað er ikki tað sama at lossa eitt skip í dag sum fyri árum síðan.

- Áður høvdu vit roynd fólk á bryggjunum, sum ikki gjørdu annað enn at lossa. Í dag fer lossing fram nógva ymsastaðni í landinum, og ofta eru tað skúlaungdómar, sum arbeiða, og hetta økir um vandan fyri arbeiðsvanlukkum, sigur Leivur Persson.

Tað er tó so, at ein kranaførari skal hava sertifikat, og arbeiðsgevarin hevur skyldu at læra síni arbeiðsfólk upp. Er talan um ein ungan undir átjan ár er krav, at arbeiðsgevarin ger eina skrivliga váttan um, at tann ungi hevur fingið neyðugu frálæruna, og at foreldrini fáa avrit av hesi avtalu.

 

 

FAKTA

Tað er vandamiklast at arbeiða í fiskiídnaðinum, sambært tølunum frá Arbeiðseftirlitinum, og síðan innan flutning og havnararbeiði, har fráboðanirnar trífaldaðust frá 2014 til 2015. Soleiðis býttu fráboðanirnar seg í 2015.

Arbeiðsøki                                                   Fráboðanir

1: Fiskiídnaður                                             32

2: Flutningur og havnaarbeiði                        25

3: Byggi- og timburídnaður                           23

4: Heilsa og røkt                                          16

5: Jarnídnaður                                               9

6: Handil og skrivstovur                                 7

7: Vinnukaving                                              2

  

  

placeholder

Meira langlesnaður