Maður í 40-árunum deyður í arbeiðsvanlukku

2016-05-31 12:00 Author image
Dimma

Ein syrgilig arbeiðsvanlukka á skipasmiðjuni á Skála hevur fyrrapartin kravt eitt mannalív.

Sum skilst hevur talan verið um eina spreinging, men tað er enn ógreitt, júst hvat er hent, upplýsir løgreglan.

Maðurin, sum er fyrst í 40-árunum, arbeiddi ikki sjálvur á skipasmiðjuni. Tey avvarðandi eru kunnað.

placeholder

Meira langlesnaður