Arbeiðsvirknast í Europa

Arbeiðsvirknast í Europa

2017-06-07 15:15 Author image
Leif Láadal

Samanbera vit vinnutíttleikan í Føroyum við hini londini í Europa, er hann størstur í Føroyum, tá bæði kyn verða tikin saman, við 85%. T.v.s., at arbeiðsfjøldin í Føroyum í aldrinum frá 15 til og við 74 ár er 85% av fólkatalinum í sama aldursbólki. Tað skrivar Hagstovan á heimasíðu síni.

Næst eftir Føroyum kemur Ísland við 83%. Síðan er eitt lop niður til Sveis við77% og Svøríki við 72%. Danmark er á 7. plássi við 70%. Fyri E.S. tilsamans er vinnutíttleikin 65%. Niðast eru Croatia, Italia og Turkaland við ávikavist 57 og 54%.

Meira langlesnaður