Arizona kann ikki avrætta fleiri - einki eiturevni eftir

2016-06-25 16:19 Author image
Simona Midjord

Arizona er ein av amerikansku statunum, sum framvegis hevur deyðarevsing í lógini. Men nú hevur staturin fingið ein trupulleika, tí hann ikki eigur meira midazolam, sum er eitt doyvandi evni, ið verður latið í sproytuna, tá ein fangi skal avrættast.

Hetta kom fram í einum rættarmáli fríggjadagin, har mátin, sum Arizona avrættar fólk uppá, var til viðgerðar. Rættarmálið er komið í lag, tí sjey fangar á ”death row” - tað eru teir deyðadømdu, sum sita og bíða eftir at verða avrættaðir – stevndu statinum fyri at brúka ómenniskjansligar mannagongdir í sambandi við avrættingar, tí staturin brúkar fleiri evni í sproytuni, harímillum midazolam, sum ikki eru egnað til sovorðið brúk.

Undir rættarmálinum kom fram, at goymslan av midazolam hjá statinum var uppi 31. mai í ár, og at tað ikki hevur borið til at fylt goymsluna uppaftur. Orsøkin er ov stórt trýst frá teimum, sum eru ímóti deyðarevsing, varð sagt.

Seinasta avrættingin í Arizona var í juli 2014, tá Joseph Wood, sum í 1989 varð dømdur fyri at hava myrt sína unnustu og pápa hennara. Tað tók Wood 1 tíma og 57 minuttir at doyggja, frá tí hann hevði fingið ta deyðiligu innspræningina, og tað førdi til rættarmálið, sum nú er í gongd í amerikanska hægstarætti. Wood fekk 14 ferðir so nógv midazolam, sum lógin loyvir, umframt narkotiska evnið hydromorfon.

Midazolam, sum er í ætt við Valium, hevur eisini verið partur av einum rættarmáli í Oklahoma, har rætturin í fjør staðfesti lógliga nýtslu av evninum til avrættingar. Tað fekk Arizona til at innføra eina avrætting í trimum stigum, har tann dømdi fær midazolam og potassiumklorid, sum fær hjartað at steðga.

Men evnið er kontroversielt, og framleiðarin Pfizer boðaði í síðsta mánaði frá, at Pfizer ikki longur selur avrættingarevnir, harímillum midazolam. Sostatt er tað nú meira enn trupult hjá amerikansku myndugleikunum at fáa fatur á evnunum til avrættingarnar.

Síðani 1990'ini er talið av avrættingum í USA minkað nógv. Higartil í ár eru 14 fólk avrættað í USA.



Kelda: Reuters

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður