Árliga Volvo Kring Føroyar avlýst

2016-07-12 08:39 Author image
Jákup Højgaard

Ov lítil undirtøka gjørdi, at nevndin í Tórshavnar Súklufelag avgjørdi at avlýsa árligu etapu súklukappingina. 

Kappingin varð fyrstuferð koyrd í 1997 og hevur verið afturvendandi hæddarpunkt í føroyskari súkkling

- Torkil Veyhe, ið aftur í ár var favorittur at vinna kappingina, hevur givið avboð. Hann skal í næstum luttaka í Post Cup Nord, og vit skilja væl hansara avgerð, sigur TSF í einum stuttum tíðindaskrivið. Avgerðin at avlýsa hevur ikki beinleiðis nakað at gera við avgerðina hjá Torkil, men heldur tann, at luttøkan í ár ikki er so góð.

Nevndin harmast støðuna. Tey, ið hava goldið fáa mail og peningin afturfluttan í næstum, sigur Gunnar Dahl-Olsen, nevndarlimur í TSF.

Kappingin hevur verið væl vitja av fleiri ymiskum tjóðum og millum tær afturvendandi tjóðir eru Íslandi og Danmark. Haraftart hava tað verið luttakarar frá millum annað Polandi, Belgia, Scotlandi, Shetlandi, Orkney og Ynes mon.

 

placeholder

Meira langlesnaður