Arndis Simonsen verjir ph.d. um skisofreni

Arndis Simonsen verjir ph.d. um skisofreni

2017-11-16 14:39 Author image
Leif Láadal

Fríggjadagin 17. november klokkan 14 fer Arndis Simonsen, cand.psych., at verja ph.d.-ritgerð sína á Aarhus Universitet. Ritgerðin er um hvussu fólk við skisofreni verða ávirkað av øðrum og hvussu hetta ávirkar tey. Ritgerðin kallast “Social Influence: Imitation and Conformity in Schizophrenia”

Ole Mors, professari á Psychosis Research Unit, iPSYCH, Institut for Klinisk Medisin, Aarhus Universitetshospital hevur verið høvuðsvegleiðari.

Hjávegleiðarar hava verið Andreas Roepstorff, professari, og Vibeke Bliksted, lektari, bæði á Aarhus Universitet og Daniel Campbell-Meiklejohn, seniorgranskari á School of Psychology, University of Sussex. 

Í metingarnevndini eru Christine Parsons, lektari, Interacting Minds Centre, Institut for Klinisk Medisin, , Aarhus Universitet, forkvinna og leiðari fyri verjuna, Jennifer Cook, granskari á School of Psychology, University of Birmingham og Leonhard Schilbach, granskari á Department of Psychiatry, Ludwig-Maximilians-Universität and Max Planck Institute of Psychiatry.

Verjan er almenn og verður í Auditorium hjá Aarhus Universitetshospital, Skovagervej 2, inngongd 30, 8240 Risskov. Verjan er á enskum. Hon byrjar stundisliga kl. 14 og tekur umleið tevir tímar. Aftaná skipar Psychosis Research Unit fyri móttøku.

placeholder

Meira langlesnaður