Arnhold fastur kommunulækni í Norðoya læknadømi

Mynd: klaksvik.fo

Arnhold fastur kommunulækni í Norðoya læknadømi

2017-11-25 15:58 Author image
Leif Láadal

Fríggjadagin var móttøka í Læknamiðstøðini við Sandin í Klaksvík í sambandi við, at Arnhold Jensen tekur við føstum starvi sum kommunullækni í Norðoya læknadømi 1. desember.

Síðan 1. januar hevur Arnhold verið avloysari á Læknamiðstøðini og sostatt hava hann og familjan longu búð í Klaksvík í nærum eitt ár. 

Tað skrivar Klaksvíka kommuna á heimasíðu síni.

- Arnhold og familjan fullu skjótt og væl til, og frá 1. desember er Arnhold at rokna sum fastur kommunulækni í Norðoya læknadømi. Hetta varð hátíðarhildið við móttøku á Læknamiðstøðini í dag, har Beinta Klakstein, forkvinna í Trivnaðarnevndunum í Klaksvíkar Býráð helt røðu og ynskti nýggja læknanum til lukku. Umboð fyri alt heilsuverkið í Norðoyggjum vóru við til móttøkuna, og í røðu síni legði Beinta Klakstein millum annað dent á stóra týdningin og tryggleikan, sum fylgir við starvinum sum kommunulækni, stendur at lesa á klaksvik.fo.

Kelda og lesið meira HER

 

 

placeholder

Meira langlesnaður