Árni Olsen formaður í Ferðavinnufelagnum

Nevndin í Ferðavinnufelagnum frá vinstru: Thora, Sakaris, Oddbjørg, Árni og Henny. Hans Jákup Kollslíð vantar á myndini. (Mynd: Vinnuhúsið)

Árni Olsen formaður í Ferðavinnufelagnum

2017-06-12 12:36 Author image
Leif Láadal

Nevndin í Ferðavinnufelagnum bleiv afturvald á aðalfundinum 24. apríl, og sum siðvenja er, hevur nevndin skipað seg á fyrsta nevndarfundi eftir aðalfundin. Tað skrivar heimasíðan hja Vinnuhúsinum, industry.fo.

Nýggjur formaður í felagnum er Árni Olsen, sum tekur yvir eftir Thoru Augustinussen. Henny á Líknargøtu er nýggjur næstformaður, og tekur hon yvir eftir Oddbjørg Højgaard. Harumframt telur nevndin Hans Jákup Kollslíð. Sakaris Frederiksen er tiltakslimur.

Nýggj heildarætlan fyri ferðavinnuna í Føroyum varð løgd fram fyri góðum mánaði síðani. Ferðavinnufelagið fer í næstum at fylgja týdningarmestu tilmælunum upp, skrivar industry.fo.

placeholder

Meira langlesnaður