Ársfrágreiðingin hjá Javnstøðunevndini fyri 2016 er klár

Mynd: Visualhunt

Ársfrágreiðingin hjá Javnstøðunevndini fyri 2016 er klár

2017-09-21 12:52 Author image
Turið Nolsøe

Javnstøðunevndin hevur kunngjørt sína ársfrágreiðing fyri 2016. Millum annað hevur Javnstøðunevndin fyrr í ár lagt stóran dent á hvussu foreldrafarloyvið í Føroyum ávirkar javnstøðuna. Skipanin, sum hon sær út nú, førir við sær, at pápar í praksis bert taka 7% av farloyvinum, og kvinnur soleiðis ikki eru á arbeiðsmarknaðinum í nógv longri tíð. 

Í ársfrágreiðingini kann lesast um øll mál og tilmæli hjá Javnstøðunevndini. Í høvuðsheitum mælir nevndin til, at Føroyar koma á sama stig sum hini norðurlondini, og at almenni myndugleikin:

- skal samskipa javnstøðuarbeiðið betri í einum munadyggum fakligum umhvørvi

- skal skilja sundur tann fremjandi partin av javnstøðuarbeiðinum frá kæruviðgerðini

- skal tryggja, at javnstøðuatlit altíð verða tikin við í lógarsmíði og fyrisiting

- skal virka ímóti mismuni ikki einans vegna kyn, men eisini eitt nú aldri, breki, uppruna, trúgv, seksualitet og kynsligum samleika

Hetta seinasta verður stuðla av einari kanning sum Gallup hevur gjørt fyri Javnstøðunevndina. 68% av teimum spurdu tóku undir við at javnstøðulógin í Føroyum átti at fevnt um aðra diskriminering enn kyn, sum t.d. húðarlit, aldur og brek.

Eisini mælir nevndin til, at kannað verður í hvønn mun tað við gagni ber til at krevja javnstøðuátøk og javnstøðufrágreiðingar frá størri fyritøkum, fyrisiting, útbúgvingarstovnum og øðrum viðkomandi pørtum, eins og vit kenna tað úr grannalondunum.

Ársfrágreiðingin hjá Javnstøðunevndini kann lesast her.

Meira langlesnaður