Ársfundurin hjá NAFO: Toskakvotan minkar minni enn væntað

Ársfundurin hjá NAFO: Toskakvotan minkar minni enn væntað

2017-09-26 15:31 Author image
Innsent

Ársfundurin hjá NAFO var hildin í Montreal í Kanada í døgunum 18. - 22. september 2017. NAFO er millumtjóða fiskiveiðufelagsskapur fyri útnyrðingspartin av Atlantshavinum, og føroysk fiskiskip veiða tosk, svartkalva og kongafisk í NAFO-økinum. 

Á ársfundinum skuldi støða takast til heildarkvotuna fyri tosk á Flemish Cap fyri komandi ár við støði í vísindaligum metingum. Føroyar eiga 22,35% av toskakvotuni.

Lagt var upp til, at heildarkvotan skuldi lækka við úr knøppum 14.000 tonsum niður í stívlig 8.000 tons, og fleiri lond virkaðu fyri hesum. Føroyar ynsktu ein meira hóvligan og stigvísan niðurskurð.

Eftir drúgvar samráðingar eydnaðist tað at finna eina semju fyri at lækka toskakvotuna við 20% heldur enn 41%, soleiðis at heildarkvotan verður 11.145 tons. Sostatt verður føroyska toskakvotan 2.491 tons í 2018.

Eisini samdust partarnir um, at toskakvotan eigur at minka aftur í 2019, men at støða skal takast til hetta við støði í víðkaða vísindaliga tilmælinum, sum verður tøkt komandi ár.

Í 2018 verður føroyska kvotan fyri svartkalva 211 tons í mun til 189 tons í 2017, og kvotan fyri kongafisk 69 tons.

Nýggi NAFO-sáttmálin varð settur í gildi í ár, og hetta hevði við sær ymsar skipanarligar broytingar, m.a. skulu møguligar ósemjur millum lond viðgerast í einum føstum gerðarrætti. Ein av serfrøðingunum, ið kunnu manna henda gerðarrætt, er Dr. Bjørn Kunoy.

Harumframt vóru mál viðvíkjandi økisfriðingum, eftirliti og lívfrøðiligum tilmælum umrødd á ársfundinum.

Føroyska sendinevndin var mannað við umboðum úr Uttanríkis- og vinnumálaráðnum, Fiskimálaráðnum og Vørn. Jóannes V. Hansen var leiðari í føroysku sendinevndini.

---

NAFO er millumtjóða fiskiveiðufelagsskapur fyri útnyrðingspartin av Atlantshavinum. Føroyar luttaka saman við Grønlandi í DFG skipanini.

Hini limalondini eru ES, Frakland (vegna St Pierre et Miquelon), Ísland, Japan, Kanada, Kuba, Noreg, Russland, Suðurkorea, Ukraina og USA.

 

placeholder

Meira langlesnaður