Súni Selfoss ársins ferðavinnu-ambasadørur

2017-02-10 11:34 Author image
Sigmund Vang

Hóskvøldið vórðu ársins ambassadørur og ársins ambassadørákak innan vinnuferðavinnu kosin. Súni Selfoss frá Starvsmannafelagnum varð heiðraður sum ársins ambassadørur og ársins ambassadørátak gjørdust HM/EM undankappingarnar hjá Hondbóltsambandi Føroya, við Kristiani Johansen og Gunn Ellefsen á odda. Eitt serligt heiðursbræv var latið Virgari Hvidbro, aðalskrivara hjá Fótbóltssambandi Føroya.

Hetta upplýsir Visit Faroe Islands, sum skipar fyri ambasadør-tiltøkunum.

Ambassadørnetverkið, sum bleiv stovnað 18. mars 2016, telist umleið 80 fólk, sum sita í altjóða nevndum og feløgum, og sum á beinleiðis ella óbeinleiðis hátt hava møguleikan at fáa fundir og ráðstevnur til Føroyar.

Vinnuferðavinnan í Føroyum verður roknað sum ein sera burðardyggur partur av ferðavinnuni. Hesin bólkurin av ferðandi leggur umleið tríggjar ferðir so nógvan pening eftir seg um dagin í mun til frítíðarferðafólk, eins og at tey vitja aðrar tíðir av árinum enn vanlig ferðafólk.

Kristian Johansen og Gunn Ellefsen úr Hondbóltssambandi Føroya fingu heiðurin fyri ársins ambassadørátak 2016. Grundgeving frá dómsnevndini var henda:

“Hondbóltssambandið hevur framt eitt bragd í 2016 og januar 2017 við at fáa undankappingar, bæði í EM og HM, til Føroya. Tey vóru heppin við lutakasti, men sanniliga eisini dugnalig við samráðingum at fáa ávikavist EM- undankappingin hjá monnum, U21 HM-undankapping hjá monnum og HM-undankapping hjá kvinnum til Føroya. Við hesum kappingum, eydnaðist tað teimum at fáa tilsamans umleið 210 vitjandi til Føroya, úr londum sum Makedonia, Íslandi, Eysturríki, Finnlandi, Sveis, Ísrael, Grikkalandi, Ungarn, Lettlandi, Noregi, Belgia, Póllandi og Kýpros. At savna so nógv fólk í lágárstíð er júst í tráð við aðalmálið at økja um ferðafólkatalið í lágárstíð, ið er í sera stóran mun við til at gera føroysku ferðavinnuna meira fíggjarliga burðardygga.”

Súni Selfoss frá Starvsmannafelagnum bleiv arsins ambassadørur 2016. Grundgeving frá dómsnevndini:

“Súni Selfoss hevur verið ein sera virkin ambassadørur í 2016. Hann hevur skipað fyri tveimum størri ráðstevnum og einum altjóða fundi. Við sínum frámúr “alt-ber-til” hugburði og síni sera stóru sjónligheit í altjóða fakfelagsrørsluni, var tað nærmast ein sjálvfylgja, at stórir bólkar úr londum rundan um okkum komu á gátt hjá honum og Starvsmannafelagnum. Eisini hevur Súni staðið á odda fyri stásiliga fundarhølinum Smæruni, har millum annað tolkaútgerðin er so góð, at tolkar sjálvir eru farnir at marknaðarføra Føroyar sum eitt frálíkt stað at halda fundir. 187 norðurlendskar gestir hevur Súni megnað at fingið til Føroya, sum koma ymsastaðni úr fakfelagsrørsluni.”

Og Virgar Hvidbro úr Fótbóltssambandi Føroya fekk serligt heiðursbræv. Grundgeving frá dómsnevndini:

"Fótbóltssamband Føroya hevur í eitt langt áramál havt ein sera stóran leiklut í arbeiðinum at seta Føroyar á heimskortið á jaligan hátt. Við hørðum arbeiði, dugnaskapi og áræði hevur Fótbóltssamband Føroya fyriskipað nógv tiltøk, sum hava fingið fleiri tíggjutúsund fólk til Føroyar úr ymiskum londum kring heimin, bæði í hág- og lágárstíð. Hetta hevur havt alstóran týdning fyri ferðavinnuna í Føroyum."

  

  

placeholder

Meira langlesnaður