Ársins Emmy-virðislønir handaðar

Mynd: EPA

Ársins Emmy-virðislønir handaðar

2017-09-18 10:48 Author image
Turið Nolsøe

Í nátt føroyska tíð vórðu Emmy-virðislønirnar handaðar fyri 69. ferð. Spenningsrøðin The Handmaid’s Tale vann bæði fyri bestu dramarøð, besta kvinnuliga høvuðsleiklut, kvinnuliga hjáleiklut, handrit og leikstjórnan. Hetta er fyrstu ferð Elisabeth Moss, ið spælir høvuðsleiklutin, vinnur eina Emmy, hóast hon varð tilnevnd seks ferðir fyri røðina Mad Men.

Stuttrøðin Big Little Lies fekk somuleiðis fimm virðislønir í sínum bólki, eisini fyri bestu røð, leikstjórnan, kvinnuliga høvuðsleiklut og hjáleiklut, umframt mannligan hjáleiklut.

Harumframt vann Julia Louis-Dreyfus fyri besta kvinnuliga høvuðsleiklut í eini skemtirøð. Hetta er sættu ferð hon vinnur fyri sín leiklut í skemtirøðini Veep, og hevur soleiðis metið fyri flestar Emmy-virðislønir fyri sama høvuðsleiklut.

Sum væntað var kvøldið merkt av politiskum viðmerkingum og skemti, ið snúði seg um amerikanska forsetan. Bæði Alec Baldwin og Kate McKinnon vunnu fyri teirra leiklutir í Saturday Night Live, har tey spæla ávíkavíst Donald Trump og Hillary Clinton. Eisini kom fyrrverandi talsmaðurin hjá Trump, Sean Spicer, á pallin og segði, at hetta var tann størsta áskoðarafjøldin til eina Emmy-handan nakrantíð.

Nógv umrøddu røðirnar Stranger Things og Westworld vunnu óvæntað onga virðisløn í nátt, meðan nýggjastu partarnir av Game of Thrones og Twin Peak mugu bíða til næsta ár, tá freistin fyri luttøku var farin, áðrenn teir komu á skíggjan.

Allar virðislønirnar kunnu síggjast á heimasíðuni emmys.com 

placeholder

Meira langlesnaður