Fure Nord er ársins skip hesaferð

2017-01-30 15:48 Author image
Sigmund Vang

Sjóvinnustýrið boðar í skrivi frá, at M/V FURE NORD er ársins skip í 2016. Nummar tvey gjørdist M/V NORTHERN OCEAN og nummar trý varð M/V Saeborg.

Sjóvinnustýrið gevur eina ferð um árið heiðursmerki til skip undir føroyska flagginum, sum kann vísa á serliga góð úrslit innan skiparakstur og trygd í undanfarna ári.

Skipið við besta rakstrarúrslitinum verður funnið við at hyggja at úrslitum við ongum feilum, tá PSC eftirlit er umborð, og tey verða tald og lønt eftir einari torleikaskipan, sum geva ymisk stig. Umframt hetta verður eisini hugt eftir, um feilir eru, tá sýn er umborð á skipunum og somuleiðis verður atlit tikið til, hvussu stendur til við klassaskjølum í sambandi við góðkenning av skipum.

Krøvini til skiparakstur í dag eru sera høg, og eftirlitini eru samsvarandi strong. Skipari, rakstrarfeløg og ábyrgdarpersónar mugu tí altíð vera eitt fet frammanfyri eftirlitsmyndugleikarnar og kunna vísa á, at øll viðurskifti eru í lagi. T.e. at sáttmálar, skips- og manningarskjøl eru dagførd og til taks, og at allir millumtjóða- og altjóða sáttmálar verða hildnir. Eisini skal skipið til eina og hvørja tíð hava røttu trygdarútgerðina umborð og vera til reiðar at fáa vitjan av sýnsfólki.

Sjóvinnustýrið leggur stóran dent á, at skip í FAS eru væl rikin og trygg. Góð rakstrarúrslit eru við til at vaksa um virðingina fyri føroyska flagginum, og gevur hetta afturljóð á tann hátt, at flaggið fær eina góða plasering á hvíta listanum hjá Paris MoU. Hetta hevur aftur eitt jaligt árin á avleiddu vinnurnar, sum standast av virkseminum í FAS. Sjóvinnustýrið sendir regluliga út tíðindaskriv við týðandi upplýsingum til skipini.

Hetta er fjórða árið, at Sjóvinnustýrið hevur kosið ársins skip. Vinnarar undanfarnu árini hava verið Northern Ocean í 2015, Norrøna í 2014 og Nordjarl í 2013.

  

 

placeholder

Meira langlesnaður