Rembingar í fiskivinnupolitikki

2017-01-14 11:30 Author image
Dimma

Í londunum rundan um okkum stendur fiskivinnan framman fyri stórum broytingum, júst sum her heima. Nógv verður gjørt burtur úr av kanningum, frágreiðingum og orðaskifti er líka so hart, sum hjá okkum.

Tað sær út til at øll ynskja  og arbeiða fyri at fiskivinnan skal gerast burðardygg, men tað tykist sum um hugtakið burðardyggleiki í stóran mun bert verður brúkt í sambandi við stovnsrøkt.

Tað var í 1987, at Brundtland-nevndin lanseraði hugtakið “burðardygga menning”. Í víðastu merking snýr tað seg um eina tilgongd har búskaparlig og samfelagslig menning fer fram uttan at skala  umhvørvi.

Í dag verður Burðardygg menning ofta lýst við trimum dimensiónum, sum allar spæla saman um at menna samfelagið. Vit taka fiskivinnuna sum dømi: tann lívfrøðiliga/umhvørvisliga dimensiónin stingur út í kortið, hvat ið er ráðiligt at taka úr stovnunum og hvørji tiltøk skulu gerast til tess at verja hav og botnumhvørvið. Tann búskaparliga dimensiónin skal trygga, at so stór virðir fáast úr tilfeinginum sum gjørligt og tann samfelagsliga dimensiónin skal tryggja, at virðini gerast samfelagsgagnlig.

Vit hava soleiðis við at gera tríggjar dimensiónir, sum alla tíðina ávirka og treyta hvørja aðra. Tilgongdin snýr seg um at søkja mest jaligu javnvágina millum dimensiónirnar. Vit kunnu siga, at lívfrøðiliga dimensiónin treytar og avmarkar ta búskaparligu dimensiónina og sum hinvegin ofta ger seg inn á lívfrøðiligu dimensiónina, tí tað stuttsiktað loysir seg peningaliga. Tann búskaparliga dimensiónin treytar og avmarkar samfelagsligu dimensiónina, men tað er í síðstnevndu, at vit finna samfelagsligu krøvini til fiskivinnuna og eisini legitimitetin fyri búskaparligu dimensiónini.

Søguliga sæð, so hevur tann umhvørvisliga dimensiónin vakt størstan ans og hevur ivaleyst eisini verið grundin til, at Brundtland-nevndin varð niðursett í síni tíð. Seinni hevur so fokus verið á búskaparligu dimensiónina, tað at skapa størst møgulig virðir, meðan tann samfelagsliga dimensiónin hevur ligið afturundir hinum báðum, men trínur alt meira fram nú.

Lívfrøðiliga dimensiónin

Vit kunnu eftirhondini staðfesta, at mytan um tað ótømandi havið er jarðløgd og at vit eisini eru komin til ta almennu fatanina, av vit kunnu niðurfiska fiskastovnar. Fiskifrøðin metir um, hvat ið kann takast út úr ymsu stovnunum við at brúka framkomin matematisk modellir. Roynt verður at finna tann mest hóskandi fiskideyðan (F) fyri einstaka stovnin einstaka árið. Hetta F’ið verður umgjørt til hvønn fiskiskap viðkomandi stovnur tolir. Havstovurnar í Noregi, Íslandi, Grønlandi og í Føroyum brúka allar tilfarið frá ICES til at ráðgeva myndugleikunum.

Í Noregi verður ráðgevingin latin eini nevnd við Fiskivinnudirektørinum á odda og har vinnan er væl umboðað, sum so kemur við tilráðingini, sum felt verður í kunngerðir. Í Íslandi verður ráðgevingin latin Fiskimálaráðharranum, sum hoyrir vinnuna áðrenn fiskiskapurin komandi árið verður fastlagdur. Í báðum førum gongur alt hetta friðarliga fyri seg. Í Grønlandi situr eisini ein nevnd sum viðger fiskiskapin komandi árið. Men hagani er ofta at hoyra, at politikarar (ráðharrin) er ósamdur við lívfrøðingunum og tí ásetur sjálvur treytir fyri fiskiskapin.

Í Føroyum er ráðgevingartilgongdin gruggut. Mótsatt hinum londunum hava vit tvístreingjaða ráðgeving og harafturat skal løgtingið taka avgerð um skipan av fiskiskapinum undir fiskidagaskipanini grundað á tvinnar tilráðingar og niðurstøðu fiskimálaráðharrans, meðan øll onnur skipan av fiskiskapi liggur á borðinum hjá fiskimálaráðharranum.

Tað átti at borið til at tvinna ráðgevingarnar saman til eina, so sum gjørt verður aðrastaðni og at hugtakið co-management gerst partur af skipanini, t.e. at aktørarnir í fiskivinnuni verða tiknir uppá ráð, hvussu teirra framtíð skal skipast. Vísindin eigur at verða ein innbygdur partur í ráðgevingini.

Í stuttum snýr tað heila seg um at skipa fiskiskapin soleiðis, at vit raka ein hóskandi fiskideyða (F) upp á longri sikt.

Tað, sum man kann eftirlýsa í føroyska kjakinum í lívfrøðiligi dimensiónini er, hvussu vit eiga at verja botnlívið, sum jú er ein týdningarmikil partur av vistskipanini á føroyska landgrunninum. Bert nakrar fáar korallir eru friðaðar, men spurningurin er, um ikki størri partur av landgrunninum eigur at fáa frið fyri fiskiskapi. Vit hoyra heldur ongantíð nakað prát um dálking av botninum, tað verið seg av mistum reiðskapi, burturkasti og tílíkum. Hetta eiga vit at hava eina greiða støðu til og gera nakað við!

 

Búskaparliga dimensiónin

Búskaparliga dimensiónin hevur til endamáls at skapa so stórt virði úr tilfeinginum sum gjørligt – at gera búskaparkøkuna størst møguliga. Søguliga byrjaði henda dimensiónin at gera um seg í 80’unum við at hugtakið um “rættindatreytaðu” fiskivinnuna tók dik á seg. OECD hevur gjørt nógv burtur úr hesum og funnið, at besti mátin at fremja búskapargongdina í fiskiskapi er, at rættindini at fiska verða útlutað sum sonevndu ITQ (Individual Transferable Quotas) (eginkvotur), ella sagt øðrvísi, at jú sterkari rættindini eru, jú betri eru møguleikarnir fyri at skapa størri virðir.

Sterk rættindi geva vinnuni ein veldugan møguleika at rationalisera, effektiviserað vinnutólini og at skapa eina dynamiska fiskivinnu, sum framleiðir stór virðir. Tað umræður at minka um útreiðslurnar at fáa tilfeingið til høldar. Ofta snýr hetta seg um at minka um talið av skipum og at fáa til vega størri og effektivari skip. Hetta er hent allastaðni har fiskiskapurin er avmarkaður til tey, sum hava fingið loyvi at fiska og loyvi til at tilpassað flotan til tilfeingið. Vert er at bíta merki í, at tað eru politikararnir sum gera av, hvørjar treytir skulu galda fyri rættindir, sum verða og at hesar treytir hava stóra ávirkan á búskapargongdina í vinnuni.

Í Íslandi er skipanin við ITQ vælkend, teir vóru áleið teir fyrstu, sum innførdu ITQ í fiskivinnuna. Búskaparliga hevur tað gingið heilt væl hjá íslendsku fiskivinnuni síðani, ja teir liggja á odda.

Í Noregi hevur gingið heldur striltið, tí vinnan har er løgd undir eina rúgvu av treytum, sum samanlagt nerva búskaparliga vøksturin, sum kundi verðið. Fyri tveimum árum síðani kom út ein frágreiðing í Noregi, sum hevði til endamáls at fáa meira búskap í norsku fiskivinnuna (Tveterås-rapporten). Henda frágreiðing legði upp til eina sterka liberalisering ella avtøku av fleiri av viðurskiftunum, sum løgdu bein fyri at betra um búskapargongdina. Tað, sum eisini var lagt fram var, at virðisketuperspektivið nú var sett á breddan í Noregi. Virðisketuperspektivið merkir, at man politiskt tilvitað leggur seg eftir at eggja til vertikala integrering í fiskivinnuni, soleiðis at besta búskaparliga úrslitið spyrst burtur úr fiskiskapi, framleiðslu og sølu samanlagt.

Í Føroyum hevur tað hepnast at rationalisera nótaflotan og flotan í Barentshavinum til eitt støði, har skipini skapa stór virðir. Verri hevur gingið við heimaflotanum. Størsti meinbogin er tann stirvni bólkastruktururin í fiskidagaskipanini, sum ger tað nærum ómøguligt at rationalisera og effektivisera flotan.

Føroyska kjakið um kvotur kontra fiskidagar hevur onki við lívfrøðiligu dimensiónina at gera, men er ein spurningur í búskaparligu dimensiónini, tí tað er fiskinum líkamikið um hann doyr í eini kvotuskipan ella í eini dagsskipan, men tað er slettis ikki líka mikið, tá vit tosa búskap. Kvotan er ein nógv betri búskaparlig eind enn ein dagur. Kvotan loyvir rationalisering og effektivisering í nógv størri mun enn dagurin ger tað.

Um so er, at fiskinýskipanin skiftir dagaskipanina út við kvotuskipan, so eigur ein samstundis at taka upp spurningin um friðaði økir, tí tey eru fyri stóran part partar av fiskidagaskipanini og ávirkað F’ið.

Rættindatreytað fiskivinna hevur sínar vansar. Tað hevur alstóran týdning, at politikarar vita hvat teir gera, tá rættindini meira ella minni verða privatiserað. Tað, sum hendi í Íslandi í 80’num, tá staturin ókeypis gav loyvini burtur, skapti eina rúgvu av sonevndum “kvotabarónum”, tað eru persónar, sum fingu kvotur av søguligum grundum og teir gjørd við kvoturnar, sum teimum lysti. Ofta vóru hesar seldar og eigarin fekk nógvan pening i lumman og nýggi eigarin kom at skylda bankanum tilsvarandi. Hetta var tann ringa síðan av tí, sum nevnt verður “grandfathering”, at útlutingin fer fram grundað á søguligan fiskiskap.

Ein onnur avleiðing av effektiviseringini av fiskivinnuni er ein rættiliga umfatandi sentralisering av vinnuni – og kvotunum - í fáar og stórar fyritøkur meðan útjaðarin gjørdist taparin, har virkir vóru  niðurløgd og kvotur seldar av bygdunum.

Gjøgnum tíðarskeiðið, har búskaparliga dimensiónin hevur verið ráðandi, hevur fiskivinnan eisini mist nakað av síni samfelagstyngd, hóast skaptu virðini eru væl størri nú enn fyrr. Við samfelagstyngd verður sipað til leiklutin og týdningin fiskivinnan hevur fyri vanliga fólkið og samfelagið.

Til tess at lýsa hetta kunnu vit taka nøkur tøl úr frágreiðingini “Tøl, ið tala – Virðisøking í føroysku fiskivinnuni”. Har verður víst á, at fiskiskapur stóð fyri 18% av samlaða búskapinum í 1998, men í 2013 er hesin partur tódnaður niður í 10%.

Í 2003 vóru tað 2777 fiskimenn, meðan tað í 2013 bert eru 1386 eftir, ein minking uppá umleið 50%. Talið av arbeiðsfólki í fiskiídnaðinum á landi er eisini minkað frá 2481 í 2002 til 1212 í 2013, tað vil siga ein minking uppá eini 51%. Hetta er ein rættiliga stór broyting. Bert helvtin av teimum fólkum, sum høvdu sín ársinntøku í fiskivinnuni fyri 10-15 árum síðani, hava tað í dag.

Tað eru hesi viðurskifti sum gera, at fiskivinnan sum soleiðis er nógv minni umfatandi í samfelagnum í dag enn fyri fáum árum síðani. Í londunum rundan um okkum ger sami tendensur seg galdandi.

 

Uppboðssøla og grandfathering sum útlutingarskipanir

Útlutingarskipan hevur nakað við búskaparligu dimensiónina at gera, tí ein útlutingarskipan snýr seg eisini um at tryggja fiskivinnuni støðugar karmar yvir longri tíð soleiðis, at vinnan kann leggja til rættis rationaliseringar, effektiviseringar, uppbygging av virðisketum og annað, sum krevur ávíst áramál.

Í Íslandi, Noregi og í Grønlandi hevur “grandfathering” verið høvuðsprinsippið í útlutanini av rættindum. Teir reformar, sum hava verið, hava givið reiðaríunum, sum eru í fiskiskapinum, loyvi at halda fram við styrktum rættindum. Haldi meg vita, at tað ongastaðni er goldið nakað til statskassarnar fyri hesi eksklusivu rættindini. Eins og í Føroyum eru tó stórar upphæddir goldnar fyri rættindir (skip) keypt frá øðrum privatum.

Í Føroyum er uppboðssøla sett fram sum ein máti at luta út rættindir. Tað er sáddur ivi um henda leistin, tí hann fremur ikki krøvini um støðugar karmar fyri vinnuna. Nakað kann verða um tað. Men ein uppboðssøla hevur tvey onnur endamál, sum hava sera stóran týdning. Tað eina er at medvirka til at áseta virði á livandi tilfeingið. Virðisásetingin kann brúkast til at meta neyvari um støddina á einum tilfeingisgjaldi. Hin týdningurin er at geva møguleika fyri at nýggir aktørar kunnu sleppa framat. Til hesi bæði endamálini eigur ein ávís nøgd – kanska eini 20% av øllum tilfeinginum at vera á uppboði árliga.

Ein “grandfathering” skipan er ivaleyst betri loysn enn uppboðssøla, tá tosað verður um at framtíðartryggja fiskivinnuna. Men her eiga vit at taka við læru av teimum feilum, sum eru gjørdir í londunum rundan um okkum og serliga í Íslandi. Ein føroysk grandfathering skipan skal tryggja, at ein upphædd, sum svarar til virði á livandi tilfeinginum, sum rættindini fevnir um, kemur samfelagnum til góðar, so ella so.

Í frágreiðingini “Størri vøkstur í fiskivinnuna” verður skotið upp at arbeiða við, at eini 80% av tilfeinginum verður útlutað í tað rópt verður “vinnuavtala” – eitt slag av skipaðari grandfathering. Vinnuavtalan hevur til endamáls at tryggja, at fyritøkan og myndugleikarnir saman finna útav, hvørji krøv ella skyldur fyritøkan skal lúka fyri framíhjárættindini fyritøkan fær útlutað í sín part. Rættindir og skyldur fylgjast at. Her verður til dømis nevnt, at fyritøkan skal binda seg til eitt tilfeingisgjald, gera íløgur í gransking, medvirka til at styrkja virðisketur, styrkja veitingarvinnurnar (keypa føroyskt), arbeiða við rekrutteringskipanum av fiskimonnum, arbeiða fyri at minka um CO2 útlát og annað, sum kann koma uppá tal. Tað ræður um at fáa fyritøkurnar aktivar í eini skipaðari menning av samfelagnum.

 

Samfelagsliga dimensiónin

Tað er ein politisk uppgáva at skipa fiskivinnukarmarnir soleiðis, at fiskivinnan kann maksimera virðisskapanina. Hetta hendir í búskaparligu dimensiónini. Í samfelagsligu dimensiónini er umráðandi, at politisku karmarnir um vinnuna laga tað soleiðis, at samfelagið fær sum mest burtur úr fiskivinnuni. Vit koma nú inn í fordeilingspolitikkin – tað er hvussu búskaparkakan, sum er skapt undir búskapardimensiónini, skal býtast.

Givið er, at fiskivinnan skal geva eitt skilagott avkast til kapitalin, og at manningarnar eisini skulu hava eina góða løn. Tað, sum er útyvir hetta, er sokallaða tilfeingisrentan, sum á ein ella annan hátt eigur at fella til samfelagið.

Fordeilingsplitikkurin kemur fram uppá nógvar mátar í fyrisitingini og nógv politiskt orðaskifti hava støði í, hvussu kakan skal býtast. Í Noregi hevur regionalpolitikkkur altíð havt ein avgerandi leiklut í skipan av fiskivinnuni. Høvuðsmótsetningurin er, at Norðurnorra hevur eina heilt aðra áskoðan á fiskivinnupolitikk enn økini longri suðuri. Ein og hvør dentlegging á at stimbra búskaparligu dimensiónina vil føra til eina sentralisering/flytan av fiskivinnuni suðureftir til økir aðrastaðni enn í Norðurnoreg. Tí hava tey í Norðurnoreg hildið fast um bindingarnar, sum tryggja, at fiskurin verður arbeiddur har (landingsplikt, akivitetsplikt, produktionsplikt etc). “Tveterås-rapportin” í 2014 vann ongan stuðul í Norðurnoreg, tí hon júst viðmælti at rationalisera vinnuna og geva pláss fyri vertikalari integrering, samanleggingum o.s.fr. Í 2016 kom ein onnur rapport frá sonevndari “pliktkommision”, sum skuldu kanna allar “pliktirnar” nærri og hvat ein kundi gera við tað. Nevndin viðmælti at taka av allar bindingarnar (pliktirnar) og í staðin selja árligu kvoturnar á eini uppboðssølu, har peningurin fer í ein grunn til at menna Norðurnoreg.

Í Íslandi hevur regionalpolitikkur eisini fingið fastatøkur. Partvís hevur myndugleikin útlutað  lutfalsliga nógvar kvotur til útróðarbátar, sum jú eru landið runt og so hevur Bygdastovnurin eisini fingið litið upp í hendir at lata kvotur til bygdasamfeløg, har kvoturnar vórðu seldar burtur fyri fleiri árum síðani til tess at birta nýtt lív í hesar bygdir.

Rationalisering av fiskivinnuni viðførir, at nógv færri arbeiðspláss eru í fiskivinnuni. Sum eitt mótspæl til tess at minka um avleiðingarnar kemur alt meira fram á politisku dagsskránna, at vinnan fær álagt at byggja upp virðisketur. Hetta fyri at tryggja arbeiðspláss og at skatturin av virkseminum í virðisketuni kemur landskassanum til góðar. “Tveteråsrapporten” í Noregi hevur eitt sovorðið virðisketuperspektiv, har víst verður á, at rationaliseringin av norsku fiskivinnuni er neyðug til tess at byggja upp hesar virðisketur. Í Grønlandi verður nógv hugt eftir loyvisskipanunum, sum eru galdandi í námsídnaðinum og at føra hesar skipanir yvir á fiskivinnuna. Tað snýr seg millum annað um at seta loyishavaranum krøv um m.a at stovnseta virðisketur, sum byggja á tilfeingið loyvi fevnir um.

Virðisketuperspektivið er viðgjørt í føroysku frágreiðingini “Størri vøkstur í Fiskivinnuna”.

Grundleggjandi fyri at virðisketuperspektivið kann gerast ein drívmegi er, at vinnufyritøkurnar eru so mikið stórar og búskaparliga sterkar, at tær megna at byggja upp og halda tørn. Tí er tað eitt samanfall millum virðisketukravið í samfelagsligu dimensiónini og kravið um sterkar, dynamiskar og effektivar fyritøkur í búskapardimensiónini.

Setanarviðurskifti og lønarviðurskifti eru eisini ein partur av samfelagsligu dimensiónini. Tað er væl kent bæði her heima og í londunum rundan um okkum, at arbeiðsmegi til skip og virkir verða innflutt – og ofta tí henda arbeiðsmegin er bíligari enn tað arbeiðsmarknaðurin á staðnum vanliga bjóðar. Herundir kemur vælkenda hugtakið “sosial dumping”. Fakfeløgini og politikarar eru varnir við hetta fyribrigdið og út frá einum samfelagsligum sjónarmiði er betri við tryggum kørmum á arbeiðsmarknaðinum, enn at hesir karmar verða undirgravaðir.

Ein partur av fordeilingspolitikkinum er, at landskassin skal hava beinleiðis inntøku av fiskivinnuni. Í Grønlandi, Íslandi og í Føroyum hava myndugleikarnir innført tilfeingisgjald (kr/kg) á nøkrum av teimum rættindum, sum útlútaði verða. Grønland hevur størst kr/kg gjaldið og hevur sett nevnd niður at gera nýggja skipan av tilfeingisgjøldum, sum skal umfata øll fiskasløg.  Ein annar máti at fáa pening í landskassan er gjøgnum eina uppboðssølu av rættindum. Hetta er og verður roynt í Føroyum. “Pliktkommisionen” í Noregi viðmælir eisini uppboðssølu, tó til eitt heilt ávíst endamál. Í Noregi er tilfeingisgjald júst sett á politisku dagsskránna.

Størsta yviskipaða avbjóðingin í samfelagsligu dimensónini liggur í tí legitimiteti fiskivinnan hevur  millum landsins borgarar. Góðu úrslitini í búskaparligu dimiensiónini, har fiskivinnan hevur framt umfatandi rationaliseringar við politiskari hjálp, sum aftur hevur viðført, at fyritøkurnar hava vunnið ovurhonds nógvan pening, vísir seg at standa í størri og størri andsøgn til ta tódnaðu samfelagsligu tyngdina fiskivinnan hevur. Hetta er farið fram uttan at politikarnir hava megnað at fingið javnvág í aftur.

Samfelagsligi legitimiteturin er kjakevni í Íslandi. Tað vísir seg, at minni enn ein triðingur av íslendingum halda, at samfelagið og fiskivinnan ganga hond í hond. Hetta gevur trupulleikar fyri politisku flokkarnar og fleiri av teimum vísa meira og meira á, at tørvur er á at endurskoða fiskivinnupolitikkin, so ein nýggj “kontrakt” kann gerast millum samfelagið og fiskivinnuna.

Samgonguskjalið hjá nýggju íslendsku stjørnuni (10. jan. 2017) hevur eitt brot um, at kannast skal  nærri í hvønn mun til dømis tilfeingisgjald kann tryggja, at gjaldið fyri atgongd til fiskastovnar verður proportionelt við virðisskapanina í fiskivinnuni.

Í november mánaði 2016 kom enn ein nevnd (Kvoteudvalget) í Noregi við sínum tilmæli. Nevndin vísir á, at ein framtíðar norsk kvotaskipan skal byggja á tríggjar súlur: Effektivitet, Fleksibilitet og Legitimitet. Nevndin ásannar soleiðis, at dentleggingin á búskapardimensiónina og harav fylgjandi møguleikar at skapa stór virðir ikki endurspeglast í samfelagsdimensiónini. Tí eigur reformurin at arbeiða fyri størri javnvág millum búskapar- og samfelagsdimensiónirnar við at partur av tilfeingisrentuni fellur til felagsskapin (statin).

Í Føroyum eru ongar kanningar gjørdar legitimitetinum viðvíkjandi, men í kjalarvørrinum av tí nógva uppsjóvar fiskiskapinum seinastu árini, hevur verið eitt ávíst kjak um hvør skal hava hesi framíhjárættindini at gerast ríkur. Fólk hava víst á órættvísið í, at hesir nýggju møguleikarnir ikki er komin fleiri til góðar.

 

Endi

Tað hevur alstóran týdning, at føroyska kjakið um nýggja fiskivinnuskipan ikki verður avmarkað til fyri ella ímóti uppboðssølu, tí har so sera nógv annað, sum eigur at koma upp at venda. Sum víst á í greinini, so skulu nógvir spurningar svarast í øllum trimum dimensiónunum. 

Tað er ábyrgdin hjá politikarunum at finna bestu javnvágina millum tær tríggjar dimensiónirnar í burðardyggari fiskivinnu. Torførasta takið verður at finna javnvágina millum búskaparligu og samfelagsligu dimensiónina. Henda avbjóðingin stendur eisini á politisku dagsskránni í londunum í útnorði. Gongdin í fiskivinnuni seinastu árini hevur skapt ikki sørt av sundurlyndi í samfelagnum, og tí umræður at fáa kjakið bent tann vegin, at kjakið um savningarmegina í samfelagnum kemur í miðdepilin.

Í greinini er víst á, at Grønland, Ísland og Noreg eru í somu støðu sum Føroyar. Tað er tí er vert at fylgja væl við í fiskivinnupolitiska kjakinum í hesum londum.

 

Tilvísingar:

Kvotaudvalget: https://www.regjeringen.no/no/aktuelt/kvoteutvalget-overleverer-innstilling/id2523624/

Pliktkommisionen: https://www.regjeringen.no/no/aktuelt/sandberg-mottok-pliktkommisjonens-rapport/id2515510/

Tveteråsrapporten: https://www.regjeringen.no/no/dokumenter/nou-2014-16/id2354149/sec1

Innlegg og frágreiðing frá Fiskimálaráðharrastevnu í Grønlandi 31. aug 2016: http://www.nora.fo/noraregionen/noraregionconferences/vestnordiskfiskeriministerkonferanse2016/

Størri vøkstur í Fiskivinnuna: http://fvg.fo/Files/FVG/F%C3%ADlur/Stu%C3%B0ul/2015/2015-03-05%20Storri%20vokstur%20i%20fiskivinnuna%20-%20final-jm.pdf

Tøl, ið tala. Virðisvøkstur í fiskivinnuni: http://fvg.fo/Files/FVG/F%C3%ADlur/Stu%C3%B0ul/2015/2016-03-05%20Tol%20id%20tala%20-%20Fiskimalaradid%202016%20-final-jm.pdf

 

 

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður