At bingja er tann stóra dillan

2016-05-19 17:55 Author image
Sigmund Vang

Upprunaliga merkir enska orðið ”binge” at vaska ella at bloyta klæðir. Orðið er í hvussu so er 160 ára gamalt. Tað elsta sum finst á skrift er frá umleið 1850. Í ensku orðabókini stendur, at tað at bingja (to binge) er at njóta ógvuliga stórar nøgdir av onkrum í eitt tíðarskeið. Hvussu langt hetta tíðarskeið er, er ikki rættilig semja um, men tað sum er greitt, er at tað steðgar aftur – altso at talan er um nakað tú gert, og so heldur uppat við. Tá so ein tíð er fráliðin, kanst tú byrja aftur, um tú hevur hug.


Drekka ella eta

Samansetta orðið binge-drinking sigst stava frá lærda háskúlanum í Oxford, har tey lesandi javnan drukku nógv alkohol í nógvar tímar, onkumtíð í meira enn eitt samdøgur. So steðgaðu tey á aftur. Í dag verður binge-drinking brúkt fyri ymisk sløg av alt ov stórari alkoholnýtslu. Tað kann vera eitt kvøld ella meira enn ein dag.

Avleitt frá alkoholnýtsluni, er orðið binge-eating. Meiningin er tann sama, men heldur enn alkohol, er - sum tú óivað hevur roknað út - talan um mat.

Tað er greitt, at hetta slag av nýtslu ella misnýtslu er sera skaðiligt. Alt ov stórar mongdir av serliga alkoholi, men eisini mati, kann gera av við ein.


Tá tú hevur tørv

Tað at hyggja í eitt sjónvarp, hevur broytt seg nógv seinnu árini. Fara vit bara eini sjey ár aftur í tíðina, so sást tú fyri tað mesta tað, sum útbjóðarin hevði at bjóða, tá útbjóðarin hevði hug at vísa tær tað. Hetta verður eisini rópt real-time sjónvarp – sjónvarp í veruligari tíð. Tað er framvegis soleiðis, at nógv tað mesta av tí sjónvarpi, sum fólk síggja at, er í veruligari tíð, men við internetinum er komin ein annar møguleiki. Nú kunnu fólk hyggja at teimum sendingum, sum tey vilja, tá tey vilja. Á enskum eitur hetta ”on demand”, altso tá tú krevur tað ella hevur tørv á tí.

Gamlar sjónvarpsrásir brúka í dag internetið til at leggja sendingar út á, sum antin hava verið sendar ella fara at verða sendar. So kunnu fólk sjálvi velja, nær tey vilja hyggja. Hetta er ein tænasta, sum bara vindur upp á seg. Hon er somikið væl umtókt, at tað nærum ikki er neyðugt at endursenda sendingar í ”forskotnari veruligari tíð”.


Sjónvarpsrøðir

Og har tað er ein marknaður, skal onkur nokk finna út av at koma inn á hann. Soleiðis hevur eisini verið við sjónvarpi og interneti. Stroyming er við at gerast tað heilt stóra, og tað funnu tey hjá Netflix skjótt útav, tá upprunaliga virksemið hjá teimum, sum var at selja DVD-filmar við posti, minkaði. Í 2007 byrjaði Netflix at stroyma, og fyritøkan er í dag heimsins størsta tænasta av sínum slagi.

Tað finnast nógvar aðrar sjónvarpsrásir, sum stroyma eins og Netflix. Til dømis HBO og tað skandinavisk/enska Viasat. Tað, sum hesar rásir millum annað hava havt við sær, er at fólk seinnu árini eru farin av binge-hyggja eftir sjónvarpsrøðum. Altso hyggja at fleiri pørtum eitt kvøld ella ein dag, ja kanska einar 10-20 partar eitt vikuskifti.

Er hetta eitt tekn uppá, at fólk eru við at gerast býttari, spurdi Brian Due, marknaðarfrøðingur, á heimasíðuni Kommunikationsforum longu í november 2013. Svarið hjá honum var, at tað ikki er vist. Talan var bara um ein annan máta at liva uppá og undirhalda sær. Hann skrivaði, at tað at hyggja eftir fleri pørtum ”høvd í reyv” kundi í ein ávísan mun samanberast við hugdýping, har tú veruliga fekk tað við, sum tú vildi hava við, eins og tá tú lesur eina heila bók á tamb. Eisini vísti hann á, at fólk vóru sinnað at útseta sín tørv í eitt tíðarskeið, so tey á tann hátt kundu síggja allar partarnar út í eitt – til dømis, tá skandinavisku sjónvarpsrásirnar gera eina nýggja sunnukvøldskrimirøð. Tá velja summi at bíða, og so hyggja at øllum pørtunum á netinum út í eitt, tá teir eru tøkir. Hetta er ikki so býtt, sigur hann, tí tá fáa tey eina størri uppliving og meira við.


Tøknin er til reiðar

Í dag er tað soleiðis, at bæði tøknin og prísirnir eru somikið góð og góðir, at nærum øll her um okkara leiðir kunnu fylgja við. Tað ber til at stroyma sjónvarp á teldu, men eisini á snildsjónvarpi, og bíligasta internethaldið í landinum og eitt sjónvarp fyri undir 5000 krónur, er nóg mikið. Hetta hevur eisini havt við sær, at nógvir føroyingar bingja. Spyr tú rundanum teg, hvørja sjónvarpsrøð fólk hava sæð í seinastuni, so er ikki óvanligt at tú fært at vita, at viðkomandi hugdi eftir øllum 10 pørtunum av Narcos seinasta vikuskiftið (ca. 9 tímar), ella byrjaði upp á Reign í gjárkvøldið og át teir fyrstu fýra partarnar í einum. So vælkomin til bingju-øldina, og við góðari samvitsku.

(Hendan greinin varð upprunaliga prentað í Dimmalætting í januar 2016)

placeholder

Meira langlesnaður