At leita sær ráð á netinum

Tilvildarlig mynd (Mynd: EPA)

At leita sær ráð á netinum

2017-08-28 11:50 Author image
Guðrun í Jákupsstovu

Tú ert í einum nýggjum býi, og tú skalt finna bæði góð støð at eta og sova. Hvar leitar tú? Sambært BBC leita 9 av 10 amerikanarum sær hjálp á snildfonini, tá slíkar avgerðir skulu takast. Heimasíður og appir sum Yelp, TripAdvisor og Foursquare eru bert nakrar av teimum mongu appunum, ið vilja hjálpa tær at finna besta gistingarhúsið ella matstovuna. Men hetta er í veruleikanum ikki altíð besta hjálpin.

BBC setur upp tríggjar orsøkir, ið greiða frá, hví tú hvørki kanst líta á ummæli ella ummælarar á netinum.

1. Yvirmettar metingar
Hugtakið "guilt tipping" ger seg galdandi her. Fólk ið geva góð ummæli fyri eina minni góða tænastu, tí tey vilja ikki vera keðilig mótvegis tí fitta tænarinum ella hýrubilstjóranum. Hetta gevur tó í síðsta enda ummæli, sum ikki eru eftirfarandi.

2. At siga okkurt er gott, bert tí øll onnur siga, at tað er gott
Hetta kallast "critic's syndrome". Tú hevur kanska lisið eina bók, verið á einari fínari matstovu ella okkurt triðja, og tú hevur bara hoyrt at hetta er ein fantastisk bók ella matstova, frá øllum øðrum. Tú ert tó ikki imponeraður av matinum á Koks, men torir ikki at siga, at tú heldur hevði viljað etið á Toscana. Tí gevur tú eitt gott ummæli, hóast tú í veruleikanum ikki dámdi tað so væl, men tí tú veit at øll onnur siga, at hetta er fantastiskt.

3. Ikki bert hyggja eftir hvussu nógvar stjørnur, men hvussu nógv hava givið nógvar stjørnur.
Um ein matstova ella gistingarhús fær fimm stjørnur frá nøkrum fáum fólkum, er tað sjálvsagt minni álítandi enn um har eru fleiri hundrað ið hava givið góð ummæli. Tískil er umráðandi altíð at hyggja eftir hvussu nógv hava ummælt, og ikki bara hvussu nógvar stjørnur staðið hevur í miðal.

placeholder

Meira langlesnaður