At “selja” Føroyar

2016-08-18 09:55 Author image
Jógvan Samuelsen

Í marknaðarføringini av Føroyum sum ferðamannaland verður ofta nýtt orðið at "selja" Føroyar. Hetta er ikki rætt, tí sum útgangsstøðið er marknaðarføring ikki tað sama sum at selja.

Nú um dagarnar hevur týski filmsleikstjórin Wim Wenders verið her heima og m.a. nevnt, at Føroyar eru "seinasta lítla paradís á jørð." Landsstýrið, fjølmiðlar, ferðavinna og filmsfólk í Føroyum gleðast stórliga, tí nú koma vit á heimskortið og tað kann fáa ómetaligan stóran týdning fyri filmsframleiðslu og ferðavinnu.

Haldi føroyski filmsframleiðarin segði, at orsakað av útlendskari filmsframleiðslu er íslendska ferðavinnan eksploderað. Hann nevndi ikki, at vanligi íslendingurin, sum einki hevur við ferðavinnuna at gera, ynskir øktu ferðavinnuna av h… til. Mær tykist, at einasta endamál hjá politikarum og ferðavinnuni er at fáa sum mest av ferðafólkum til Føroya.

Fyri nøkur av okkum, sum eru fødd, uppvaksin og hava búð her alt lívið – óhugsandi at búð aðrastaðni – hevur hetta altíð verið paradísið á jørð og"altíð er landið LANDIÐ, nógv betri enn onnur lond." Vit vistu tó ikki, at hetta var "seinasta lítla paradísið á jørð", sum týskarin segði.

Nú politikarar, fjølmiðlar, ferðavinnan og øll onnur gleðast um týsku orðini, sum skulu fáa fleiri ferðafólk til Føroya, undrar tað meg almikið, at eingin – eingin – hevur spurt ella sett sær sum endamál at virka fyri, at hetta" seinasta lítla paradísið á jørð" framhaldandi verður tað. Eingin tykist at hugsa um varðveitan av okkara paradísi, men bert at fáa útlendsk ferðafólk í hópatali at koma til landið. Her verður ikki hugsað um at verja paradísið, men bert at vinna pening úr ferðafólki, jú fleiri jú betur, ið koma til Føroya.

Hvar eru ætlanir at verja nattúruna móti ágangi? Hava vit selt hana til oyðileggingar fyri løtuvinning?

Við omanfyri standandi í huga, er hetta ikki marknaðarføring, men søla av landinum fyri løtuvinning, sum politikarar og ferðavinnan fremja. Verið varin, tí tit kunnu skjótt drepa blíðskapin hjá føroyingum, tá vit eins og íslendingar ynskja tey av h… til.

 

At selja Føroyar
Meðan ivamál kanska kann setast, um politikarar og ferðavinnan selja Føroyar, er tað tó eingin ivi um, at føroyskar fyritøkur hava selt góðar føroyskar fyritøkur til útlendingar fyri løtuvinning, við tí úrsliti, at peningur, skaptur her av føroyingum, streymar út av landinum.

Hví mótmæla tjóðskaparflokkarnir ikki? Tí nakrir av teirra limum hava gingið á odda at selja føroyskar fyritøkur til útlendingar. Sama er við teimum "andaligu frelstu", har nakrir "brøður" hava luttikið í dansinum um Gullkálvin. Hesir vassa so bert inn í okkurt bønhús og siga við timburmannin úr Nazareth, at tey eru frelst, tí tey trúgva, og so er fríbilettin gjøgnum Perluportrið tryggjað. Einki verður nevnt um kamelina og nálareygað. Er bønhúsið ov trongt, letur man bert eitt nýtt, størri og fínari, byggja, og so er man framvegis tryggjaður.

 

Skipafelagið Føroyar
Stovnað í 1919, haldi eg. Aftaná at hava røkt ferðasambandið við DK í nøkur ár, lat felagið í 1953 stásiliga ferðamannaskipið Tjaldur byggja. Tjaldur var flaggskip Føroya og Skipafelagið eitt hitt mesta hugsjónarfelagið í Føroyum.

Aftaná broytingar í ferðamannamynstrinum, varð Tjaldur selt í seinnu helvt av 60-unum. Tey seinastu 20 árini hevur Skipafelagið – nú felagið Tjaldur – gingið á odda at avreiða føroyskar fyritøkur til útlendingar fyri løtuvinning og hevur tí verið eitt tað mesta skaðafelag fyri Føroyar. Seinasta dømið er Vónin, sum fór tíl Íslands. Í hesari søluni er prógvað, at enn ein skitin háttur er við at vinna seg fram. Sambært S.T. í
Dimmu 15/7-2016 varð Vónin seld fyri 333 mió. kr. og lutfalsliga átti Norðoya Grunnurin at fingið 70-75 mió. fyri síni 21%, men fingu bert 40 mió. kr.

Kann ein fyritøka hava sál? Haldi tað, men tey ið geva henni sál eru tey, ið dagliga arbeiða í fyritøkuni – dagliga leiðslan saman við verkafólkunum og fiskimanninum. Nevnd og partaeigarir skapa sjáldan sálina í fyritøkuni.

Eitt felag sum Tjaldur, ið sigur, at alt er til sølu fyri rættan prís, hevur ikki og kann ikki hava nakra sál. At Klaksvíksreiðaríið er blivin ein av høvuðspartaeigari, bøtir ikki um sálarstøðuna. Hon verður røktað aðrastaðni.

Um allar teir, ið hava stýrt felagnum aftaná hugsjónarmannin Zakarias á Skipafelagnum og selt Skipafelagið og onnur før feløg til útlendingar, kunnu orð meginskaldsins nýtast:

"Maður kemur í mansins stað
so mannaættin seg uggar
ofta tó kom tað fyri ein dag
at eftirmenn royndust skuggar"

Tað sigst, at Tjaldur í løtuni arbeiðir við at selja enn eina góða føroyska fyritøku av landinum.

 

Bakkafrost
So er tað Bakkafrost, sum við keypinum av Havsbrún keypti 78% av alifeløgunum Faroe Farming, Suðuroy og Viking Seafood, Funningsfjørður og Kaldbaksfjørður. Sambært S.T. í Dimmu 15/-2016 metti Bakkafrost nevndu 22% til 95 mió. kr. út frá einum tilboði uppá 800 mió. kr. fyri alt Havsbrún. Boðið var hækkað til 1,1 milliard og alt annað líka, vóru tey 22% tá hækkaði til 130 mió. kr.

Hóast vit vóru fleiri, sum ikki vildu selja, varð undirstrikað, at um so var, at Havsbrún varð selt, skuldu minnilutapartaeigararnir í alifeløgunum bjóðast sama kurs sum vit, høvuðspartaeigarin, fingu.

Sambært Dimmu fingu minnilutapartaeigararnir ikki meira enn á leið helmingin. Hetta er ikki reelt.

Hallandi dagur
Tá (lívs)dagurin er hallandi, er lyndi av og á at líta afturá. Í 1978 hoyrdi eg hesa søgu um tveir vinmenn, sum hóast ættarlið á aldursmuni vóru bestu vinmenn. Tað var tó eitt, ið tann ungi ikki dámdi. Tað var, at tann eldri –tann vísi – altíð hevði rætt, tá tjakast var.

Ein dagin hevði tann ungi fangað ein smáfugl. Hevði hann í lógvunum og spurdi tann vísa, um fuglurin var livandi ella deyður. Nú hevði hann fyri einaferð skuld fyrimunin, tí segði tann vísi, at fuglurin var livandi, vildi hann kroysta hann til deyðis í lógvunum. Segði tan vísi hinvegin, at fuglurin var deyður, vildi hann opna lógvarnar og fuglurin kundi flúgva avstað. Tann vísi svaraði " fuglurin er í tínum hondum, sonur mín."

Sum við fuglinum eru Føroyar – hóast omanfyri nevndu feløg hava veingjaskert og avreitt nógv til útlendingar fyri óneyðugan løtuvinning – framvegis í okkara lógvum og tað er enn upp til okkum, um vit opna lógvarnar og og lata fuglin flúgva ella vit knúsa hann í lógvum okkara.

placeholder

Meira langlesnaður