Atlantic: Klárt at søkja um listastuðul

2017-02-07 09:43 Author image
Sigmund Vang

28.mars verður árligi stuðulin úr grunninum Listaflog hjá Atlantic Airways, sum er 100.000 krónur, latin til eitt ella fleiri føroysk listafólk ella listaverkætlanir. Stuðul verður latin til listafólk, ið hava útbúgving ella aðra fakliga viðurkenning og arbeiða heilt ella partvís sum yrkislistafólk.

- Við stuðlinum ynskir Atlantic Airways at vera við til at stimbra føroyska list fíggjarliga. Flogfør og tyrlur fingu nøvn eftir føroyskum listafólkum, sum ígjøgnum teirra listarliga lív hava lyft føroyska list upp í nýggjar hæddir. Listaflog kann vónandi vera við til at lyfta okkara dugnaligu, virknu listafólk upp á somu hæddir, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways, sum fegnast um, at grunnurin er vorðin veruleiki.

Umsóknirnar skulu vera Atlantic Airways í hendi í seinasta lagi 13. mars 2017 á midnátt.


Lesið meira HER

  

  

 

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður