Stórt órógv á flogferðsluni hjá Atlantsflog í dag

2016-05-23 07:54 Author image
Dimma

- Ferðafólk verða vinarliga biðin um at fylgja við flogferðsluni á heimasíðu okkara her.

Soleiðis ljóða boðini frá Atlantic Airways á heimasíðuni í dag.

Seinkingarnar eru nógvar. Eitt nú fer eitt flogfar til Íslands ikki á flog í dag. Ferðafólkini eru umbókað til ferðina, sum er í morgin.

Dimma.fo hevur tosað við ferðafólk, sum eitt nú hava verið noydd at útsett fundir uttanlands vegna seinkingarnar. Eitt nú verða fundir í Íslandi lagdir til rættis eftir, at Atlantsflog flýgir mánadag, men hesar fyrireikingar mugu nú broytast, og tað kostar pening.

Listin av útsetingum og avlýsingum, sær soleiðis út:

- Flogfarið úr Vágum til Bergen er seinkað til klokkan 20:45.

- Flogfarið úr Vágum til Reykjavík er avlýst. Ferðafólk eru umbókað til 24. mai.

- Flogfarið úr Vágum til Edinburgh er seinkað til á midnátt.

- Flogfarið úr Bergen til Vágar er seinkað til kl. 23.45 lokala tíð.

- Flogfarið úr Edinburgh til Vágar er seinkað til kl. 2:30 lokala tíð.

Sambært útvarpinum eru tvey av trimum flogførum tikin úr flotanum í dag, og tað er hetta, sum gevur trupulleikar.

placeholder

Meira langlesnaður