Atlantic Petroleum fer eystureftir

2016-05-25 09:44 Author image
Dimma

Fyrrapartin kunngjørdi Atlantic Petroleum roknskapin fyri fyrsta ársfjórðing, og sum væntað er talan um alt annað enn hugnaligan lesnað.

Úrslitið fyri fyrsta ársfjórðing var eitt hall á 24,7 milliónir krónur. Talan er um tað sokallað ebitdax, ið er úrslitið áðrenn rentur, skatt og avskrivingar, umframt leitikostnað.

Stjórin í Atlantic Petroleum sigur, at talan er um eina strævna tíð fyri føroyska ojufelagið:

- Atlantic Petroleum er farið gjøgnum eina avbjóðandi tíð við varandi lágum oljuprísum. Vit rationaliera okkara organisatión og loyvini, vit hava, og vit er í ferð við at tryggja framtíðarvirðini í teimum aktivum, sum eftir eru, sigur Ben Arabo, stjóri.

Inntøkan fyri fyrsta ársfjórðing var bara 10,9 milliónir krónur, og tað er ávirkað av vantandi framleiðsluni í Chestnut-oljuøkinum. Nettotapið fyrsta ársfjórðing var 38,7 milliónir krónur.

Ben Arabo sigur Atlantic Petroleum framvegis hava avbjóðingar í Norðsjónum, men felagið ger at alt fyri at tryggja besta møguliga úrslitið við fíggjarligum avtalum.

Ein slík avtala er júst gjørd við London Oil Gas.Og við henni ætlar Atlantic Petroleum nú at venda kikaran eystureftir.

- Vit eru ógvuliga væl nøgd við ta lánsavtaluna, vit hava gjørt við London Oil and Gas, sum varð kunngjørd 25. mai. Tað fer at styrkja nevnd og leiðslu í Atlantic Petroleum, og tað fer at geva okkum smidleikan at leggja aftrat okkara loyvum í nýggjum fokusøkjum, sum eru Eysturevropa og Eurasia (Russland, Kasakstan og Hvítarussland red.). Vit síggja fram til at boða nærri frá hesum næstu mánaðirnar, sigur Ben Arabo í fráboðanini frá Atlantic Petroleum.

placeholder

Meira langlesnaður