Atlantic Petroleum selur part av Orlando

2016-06-06 09:18 Author image
Dimma

Atlantic Petroleum boðar í morgun frá á børsinum, at felagið hevur gjørt avtalu við Bridge Petroleum um at selja part av Orlando. Sølan liggur undir 7 milliónir krónur í reiðum peningi. Tá ið sølan er gjøgnumførd, luttekur Atlantic Petroleum ikki longur í menningini av Orlando, og tað einasta, sum er eftir í avtaluni er, at Atlantic Petrolum fær sín part av søluni, tá ið felagið fer at framleiða í økinum.

- Vit eru sera væl nøgd við avtaluna við Bridge Petroleum. Orlando er ein góð verkætlan, og vit eru glað um at síggja, at tað eru ætlanir um fara undir framleiðslu í 2017. Vit vænta ikki fleiri niðurskrivingar í Orlando. Um oljufeltið fer at avrika sum væntað, og oljuprísirnir koma fyri seg, kunnu vit vænta at fáa munagóðan vinning burtur úr, sigur Ben Arabo, stjóri í Atlantic Petroleum.

placeholder

Meira langlesnaður