Atlantsflog heldur fram sum stuðul hjá landsliðnum  

2016-06-21 08:55 Author image
Dimma

Mánadagin undirskrivaðu Christian F. Andreasen, forseti í Fótbóltssambandi Føroya, og Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways undir nýggja avtalu, ið hevur við sær, at føroyska flogfelagið verður ein av høvuðssponsorunum hjá A-landsliðnum við monnum.

- Atlantic Airways hevur verið ein góður stuðul hjá føroyska fótbóltslandsliðnum í nógv ár, og tað er tí at fegnast yvir, at flogfelagið ynskir at halda fram. Samstarvið við Atlantic hevur eisini verið gott, øll hesi árini, flogførini hjá Atlantic Airways hava flutt yngru og eldru landsliðini millum Føroyar og útlandið, sigur Christian F. Andreasen, FSF-forseti.

Nýggja sponsoravtalan millum FSF og Atlantsflog er galdandi fyri komandi HM-undankapping, sum byrjar í heyst. Fyrsti dystur verður á heimavølli 6. september, tá ungarar aftur vitja á Tórsvølli. Hini londini í bólkinum eru Portugal, Sveis, Lettland og Andorra.

Eisini í Atlantic Airways eru tey fegin um, at búmerkið hjá flogfelagnum framhaldandi fer at prýða frítíðar- og venjingarbúnarnar hjá A-landsliðnum.

- Tað hevur verið sera stuttligt at fylgt góðu gongdini hjá landsliðnum hesi seinastu árini. Atlantic Airways leggur stóra orku í at marknaðarføra Føroyar sum ferðamál, og góða gongdin hjá føroyska A-landsliðnum seinastu árini er avgjørt við til at marknaðarføra Føroyar úti í heimi, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways.

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður