Atlantic Airways: Ein flúgvarasjuss fyri 25 krónur

2016-08-30 08:58 Author image
Dimma

Í ovurmorgin fer tann tiltikna ókeypis flúgvarakenningin í søguna. Atlantsflog hevur longu langt síðan boðað frá, at frá 1. september fer tað at kosta at fáa ymsar veitingar umborð – veitingar, sum hava verið ókeypis.

Øl, vín og sjussar fara at kosta, eins og tað nú fer at kosta at fáa ein bita umborð. Hinvegin verður ókeypis at fáa vatn, sodavatn og djús, eins og Atlantsflog bjóðar sínum ferðafólkum ein kaffi- ella temunn.

Men hvussu verður nú við prísinum. Dimma.fo hevur kagað í sølufaldaran. Ein vanlig øl fer at kosta 20 krónur. Ein lítil fløska av víni fer at kosta millum 25 og 35 krónur, alt eftir slagi. Og so er tað flúgvarasjussurin, sum fer at kosta 25 krónur.

Skalt tú hava okkurt at eta á ferðini, kostar tað ymiskt alt eftir, hvat tú vilt hava. Ein morgunmatur á ferðini til Danmarkar kostar 45 krónur, smyrjibreyð kosta 65, barnamatskrá 30 krónur og laksasalat 50 krónur.

Á Norðurleiðunum, tað eru Edinburgh, Reykjavík og Bergen ber til at fáa eina rugflís fyri 45 krónur og barnamatskrá fyri 30 krónur.

Spurningurin er so, hvussu tað verður móttikið av ferðafólkunum, at tey skulu bíleggja og rinda fyri matin umborð. Tað fæst at vita frá hósdegnum 1. september.

Faldarin við prísum umborð sæst her

placeholder

Meira langlesnaður