Atlantsflog: Vit skulu rokna við seinkingum eina tíð

2016-05-25 12:00 Author image
Dimma

- Tað verða broytingar í flogferðsluni næstu tíðina, men tær verða ikki stórar, sum fryktandi var fyri.

Tað sigur Rasmus Niclasen, ferðslusamskipari hjá Atlantsflog, nú føroyska flogfelagið hevur avbjóðingar í løtuni.

Roknast kann við, at flogferðslan verður óstøðug í einari tvær vikur, men tað er óvist.

Atlantic Airways hevur tríggjar Airbus í flotanum, og hesi flogfør røkja alt rutunetið. Seinastu dagarnar hevur felagið havt stórar avbjóðingar, tí tvey flogfør samstundis hava staðið.

Annað er til regluligt eftirlit, men hitt er kallað inn til eina ávísa umvæling á verksmiðjuni hjá Airbus. Nú loyvir Airbus kortini, at Atlantsflog flýgur 50 ferðir aftrat við hesum flogfarinum, áðrenn tað verður umvælt, upplýsir Rasmus Niclasen, ferðslusamskipari hjá Atlantic Airways.

- Tað hjálpir upp á støðuna hjá okkum, at Airbus vendi aftur í gjár og segði, at vit kunnu flúgva 50 túrar afturat, áðrenn flogfarið skal umvælast. So mugu vit vóna, at hitt flogfarið er komið aftur til ta tíð, og so mugu vit klára okkum við tí, sigur Rasmus Niclasen.

Í gjár vóru flogfør frá bæði Jet Time og Titan Airways og hjálptu til, men tey koma ikki aftur sum er. Roknast kann sostatt við seinkingum í flogferðsluni eina tíð.

Í morgun var eitt flogfar til Bergens avlýst, og ferðafólkini vóru flutt umvegis Keypmannahavn í staðin. Flogfarið til Edinburgh fríggjamorgunin er avlýst, men í staðin flýgur flogarið til Keypmannahavnar umvegis Edinburgh. Og annars koma ymsar seinkingar yvir alla linjuna næstu dagarnar og helst eina tíð frameftir, t.d. er flogfarið til Reykjavíkar fríggjadagin seinkað hálvan annan tíma.

- Vit kunnu vænta smávegis broytingar eina tíð frameftir. Vit vænta at klára okkum við teimum flogførum, vit hava, um tað ber til. Tað merkir, at onkrar ferðir verða fluttar nakrar tímar, at okkurt flogfar til Danmarkar flýgur umvegis Bergen og so framvegis.

placeholder

Meira langlesnaður