Tvey nøvn afturat til Gildið

2016-06-19 17:11 Author image
Dimma

Aton og Helgi vera við til at gera eina fantastiska elektroniska skrá uppaftur betur. Soleiðis siga fyrireikararnir av tiltakinum Gildið, ið verður hildin í Tórsgøtu 2. juli.

Gildið er elektronisk veitsla, sum verður hildin á økinum millum Reinsaríið, Perluna og Miðlahúsið og inni í sjálvari Perluni.

 

Aton

Anna Katrin Egilstrøð og svensk finnin Sebastian Edin mannað tvímansbólkin ATON, ið er annað av nøvnunum, ið vit avdúka til GILDIÐ í dag. 

Til GILDIÐ framføra tey sítt nýskrivaða verk “Silence wrapped in hair”, ein sansilig sonisk ferð har orð og ræddir flættast inn í mikro ljóð í einum støðugt skiftandi elektroniskum landslagi.

Anna Katrin er serliga kend úr danska bólkinum Valravn, ið var ein av fremstu Folktronica bólkunum í Norðurlondum fyri nøkrum árum síðan.

Síðan Valravn gavst hevur Anna Katrin m.a. arbeitt við symfoniini Beinta, ið varð frumframførd á Spot Festivalinum í ár, og sum hevur fingið serstakliga góð ummæli.


Helgi

Dan Helgi í Gong ella bara Helgi, hevur verið tráspældur í útvarpinum við lagnum ‘’Lívið er ein fongur’’, ið kom út í januar. Helgi er úr Havn og arbeiðir við ljóðlist og tónleiki. Íblásturin handan ljóðmyndina er soul, improvisation, house, genderfuck og Bollywood. Hann spældi til talGildið í Perluni.

Frammanundan er greitt, at Steso, Lover Lover, Nystrøm, URbz, Frostfelt, Martin Falkenberg, Hulda, Hús umframt bretsku The Naked Eye framføra til GILDIÐ.

Atgongumerki fáast í forsølu á reinsariid.fo/gildid/

 

placeholder

Meira langlesnaður