Av Kypros til nýggja lívið

Av Kypros til nýggja lívið

2017-06-09 14:25 Author image
Símun Christian Olsen

Í 1993 spældi Oddmar Færø sín fyrsta altjóða skrásetta A-landsdyst. Men hann breyt nøsina og varð skiftur út í hálvleikssteðginum. Tvær vikur seinni flutti hann av landinum og kom ikki aftur á landsliðið.

Síðst í apríl mánað í 1993 setti ein føroyskur landsliðsleikari seg í eitt flogfar, ið var á veg úr Keypmannahavn til Bretlands. Fíggjarkreppa herjaði í Føroyum, og familjur vórðu noyddar at flyta frá húsi og heimi, tí tær ikki megnaðu at svara hvørjum sítt. Støðan hjá júst hesum landsliðsspælaranum var eisini trupul. Hóast hann og konan høvdu fulltíðarstarv – hann sum tannlækni – sótu tey tungt í tí. Avleiðingin varð, at hann hevði loddað dýpið í grannalondunum, og var nú farin á flog á veg til starvssamrøðu. Fótbóltsspælarin var Oddmar Færø, og hann hevði júst spælt sín fyrsta altjóða skrásetta A-landsdyst.

Í 1992 herjaði fótbóltsfepurin á Toftum. Nýggi vøllurin á Svangaskarði varð liðugur árið fyri, og við sigri á grannunum úr NSÍ á grasinum í síðsta umfari gjørdist sterka B68-liðið, við spælarum sum Ábrahami Hansen (nú Løkin) og Øssuri Hansen á odda, føroyameistari fyri triðju ferð. Tá landsliðsúttøka var til fyrsta undankappingardystin í 1993 – á útivølli ímóti Kypros – varð sjálvandi hugt at liðnum av Toftum. Stórtalentið Øssur Hansen var sjálvskrivaður í hópinum hjá Pálli Guðlaugssyni, og vinstrabeinti Eyðfinn Olsen var eisini við. Triði maðurin úr B68 var Oddmar Færø, ið varð ætlaður at spæla á høgra bakki aftanfyri Allan Mørkøre úr KÍ.

– Vit høvdu verið á venjingarlegu við landsliðnum í Aberdeen í tvær vikur í februar mánaði og høvdu fyrireikað okkum væl til túrin, greiðir Oddmar frá.

Hann situr á tannlæknastovu síni í Hvalvík, ið hann hevur rikið, síðan familjan flutti aftur til Føroyar, og hyggur út ígjøgnum vindeygað yvir ímóti Streymnesi, og roynir at leita nærum 25 ár aftur í tíðina.

Á sumri í 1992 hevði landsliðið skuffað móti kypriotum á Svangaskarði. Vónirnar vóru góðar frammanundan, men tað endaði við greiðum 2-0 tapi. Við hesum í ryggsekkinum varð farið til Kypros at spæla returdystin. Oddmar greiðir frá, at landsliðið var eina lítla viku á miðjarðarhavsoynni, og búði væl á gistingarhúsi. Náttina fyri, at dysturin skuldi spælast, lá Oddmar og stríddist við at sovna. Um dagin hevði hann fingið at vita, at hann skuldi byrja inni á høgra bakki, og sum vera man gjørdu nervarnir um seg.

– Ein onnur orsøk var, at onkur larmaði so illa uppi á. Eg fór so upp og bankaði upp á hurðina, og tá fann eg journalistar og liðleiðarar, sum sótu og hugnaðu sær. Eg mátti siga, at “hetta kunnu tit ikki loyva tykkum. Eg royni at hvíla til dystin í morgin, og her sita tit og órógva.” Eg haldi, at teir vóru eitt sindur keddir av tí, tí eg haldi ikki, at teir vóru greiðir yvir, at vit búðu niðriundir, sigur Oddmar við einum smíli um varrarnar. 
Flaggdagin, 25. apríl, var landsdysturin á skránni á Tsirion Stadium í Limassol sunnanvert á Kypros. Oddmar byrjaði inni á høgra bakki sum ætlað, men dysturin gjørdist styttri, enn hann hevði ætlað sær.

– Eg kom í ein nærdyst í brotsteiginum. Vit vóru tveir, sum lupu upp at skalla, og eg fekk nakkan hjá mótstøðumanninum beint í nøsina, og hon brotnaði. Eg spældi kortini til hálvleiks, men kendi meg ikki væl og sá dupult. Tá eg framvegis ikki fekk stillað skarpt við eygunum, helt eg tað helst vera best, um eg ikki fór innaftur til seinna hálvleik. Tað var eitt sindur keðiligt, greiðir Oddmar frá.

Torkil Nielsen, hetjan úr Landskrona, kom á vøllin fyri róliga toftamannin. Vónirnar undan dystinum vóru toluligar, men eins og í fyrra dystinum millum londini, vóru kypriotar omaná, og okkara máttu vónbrotnir av vøllinum við 3-1 tapi í skjáttuni.

– Teir vóru betri enn vit, og eg minnist, at tann einasti, ið rann líka skjótt sum teir, og kundi kappast við teir í styrki, var Allan Mørkøre, sigur Oddmar.

– Vit vóru eitt sindur skuffaðir av hesum, men vit hava helst eisini hildið okkum verið betri, enn vit veruliga vóru, og kanska hildið teir verið eitt vet verri, enn teir veruliga vóru. Teir vunnu greitt á okkum, og tá vit sóu klipp í sjónvarpinum seinni, sást, at teir vóru stinnari enn vit.

Oddmar var 30 ár um hetta mundið, og dysturin var hansara fyrsti skrásetti fyri landsliðið og fyrsti í átta ár yvirhøvur. Hetta var sjálvandi áhugavert, og SvF gjørdi eisini samrøðu við hann um ”comebackið” undan dystinum. Verjuspælarin hevði kortini spælt óskrásettar venjingardystir fyrst í  fýrsunum, men var horvin av føroyska fótbóltskortinum, tá hann fór niður at lesa í 1984.

– Eg spældi á toluliga høgum støði í Danmark. Eg var við Glostrup øll hasi árini, sum lá í næstbestu deildini. Eitt árið skuldi Páll Guðlaugsson taka landsliðið út, eg haldi, at tað var í 1986 ella 87, og tá var hann og hugdi eftir spælarum, sum spældu í Danmarksseriuni og Seriu 1, meðan hann ikki vísti mær áhuga yvirhøvur. Eg skilti faktiskt ongantíð, hví tað ikki varð pláss fyri mær aftur á landsliðnum fyrrenn í 1993, tá eg hevði búð aftur í Føroyum í trý ár, fortelur Oddmar.

Flogfarið lætti sær av Kypros við skuffaðum landsliðsspælarum, sum skuldu heim aftur til Føroyar umvegis danska høvuðsstaðin. Oddmar skuldi ikki sama veg. Hann skuldi til starvssamrøðu í Bretlandi, og skilnaðurin á flogvøllinum varð samstundis ein skilnaður frá føroyskum fótbólti.

– Eg fekk arbeiði og byrjaði longu tvær vikur seinni. Vit fluttu tí av landinum tá, og eg spældi ongantíð nakað serligt aftur. So dysturin móti Kypros bleiv fyrsti og einasti skrásetti dysturin, ið eg spældi fyri Føroyar. Mítt sokallaða comeback bleiv stutt, inn og útaftur, sigur Oddmar, og eitt smíl hómast aftur á varrunum.

 

---

 

Um Jónas Tór Næs kemur á vøllin í kvøld, tá Føroyar taka ímóti Sveis á Tórsvølli, fær støðugi bakkurin sín dyst nummar 50 við Merkinum á bringuni, og verður samstundis bert tólvti spælarin í føroysku landsliðssøguni, ið røkkur hesum dystartalinum. Tað eru hesir, ið vit oftast hoyra um og minnast. Spælarar sum Fróði Benjaminsen og Óli Jóhannesen, sum ferð eftir ferð hava bjóðað teimum stóru av.
Tað finnast kortini aðrir. Teir eru ikki so fáir, ið bert fingu ein dyst fyri Føroyar, og hvurvu aftur úr landsliðssøguni líka skjótt sum teir komu. Teirra søgur eru eisini verdar at fortelja, tí tær eru bæði áhugaverdar og stuttligar. Vit hava hitt nakrar av teimum.

placeholder

Meira langlesnaður