Løgreglan ávarað um yvirgangsmenn á veg til Evropa

2016-06-15 15:30 Author image
Dimma

Belgiska løgreglan hevur fingið eina ávaring um, at ein bólkur við IS-krígsmonnum er farin úr Sýria við kós móti Evropa við tí endamáli at loypa á mál í Belgia og Fraklandi.

Hetta sigur ein belgisk trygdarkelda sambært Reuter.

Allar trygdar- og løgregludeildir í Belgia hava fingið boðini, men eingin ætlan er um at hækka trygdina upp á hægsta stig enn.

Í Fraklandi er EM í hesum døgum, og tí er Fraklandi í hægstu tilbúgving alla tíðina. Ein kelda í franska innanríkisráðnum váttar fyri Reuter, at fronsku myndugleikarnir hava fingið eina fráboðan úr Belgia um hóttanina.

Tað ljóðar, at tvær IS-deildir úr Sýria fóru umvegis Turkaland og Grikkaland uttan pass. Deildirnar eru síðan farnar sundur, og onnur ætlar sær at loypa á mál í Fraklandi og hin í Belgia, sambært Reuter.

Ávaringin kemur tveir dagar eftir, at ein yvirgangsmaður, sum segði seg hoyra til Islamskan Stat, drap ein sivilan løgreglumann og konu hansara, og fýra dagar eftir at ein maður drap 49 fólk í Orlando í USA.

placeholder

Meira langlesnaður